Nýggjastu búskapartølini eru sera positiv og framrokning sum Búskaparráði gjørdi í samband við frágreiðingina í heyst vísa at rokna pr. høvd er samlaða bruttotjóðarinntøkan hjá føroyingum nú ájøvn við donsku BTI og tá árið er liðugt eru samlaðu \”tøku\” búskapar inntøkurnar hjá føroyska samfelagnum størri enn tær eru umroknað pr. íbúgva í Danmark.
Nýggjastu búskapartølini eru sera positiv og framrokning sum Búskaparráði gjørdi í samband við frágreiðingina í heyst vísa at rokna pr. høvd er samlaða bruttotjóðarinntøkan hjá føroyingum nú ájøvn við donsku BTI og tá árið er liðugt eru samlaðu búskapar inntøkurnar hjá føroyska samfelagnum størri enn tær eru umroknað pr. íbúgva í Danmark.
Tøka bruttotjóðarinntøkan Bruttotjóðarúrtøkan (BTÚ) er eitt mát fyri framleiðsluna í einum landi.
Hinvegin fevnir BTÚ ikki um allar búskapar inntøkurnar. Td. fevnir BTÚ ikki um lønarinntøkur hjá fastbúgvandi í Føroyum, sum arbeiða uttanlands (inntøkuflytingar). Heldur ikki fevnur BTÚ um nágreining av inntøkum Føroya frá danska ríkinum (rakstrarflytingar), sum er donsk uppsparing, ið latin verður Føroyum at ráða yvir til uppsparing ella almennar útreiðslur í Føroyum (íløgur, veiting ella nýtsla).
Eitt onnur uppgerð er tøka bruttotjóðarinntøkan (tBTI). Hetta er eitt inntøkuhugtak, ið umframt BTÚ eisini fevnir um lønarinntøkur netto og ognarinntøkur netto úr útlondum.
Eisini fevnir tBTI um rakstrarflytingar netto úr útlondum, herundir um ikki mótsamsýntu veitingar danska ríkisins til Føroya at ráða yvir.
Niðanfyri standandi mynd I 49 vísir gongdina í tøku bruttotjóðarinntøku pr. íbúgva í Danmark og í Føroyum frá 1998 til 2014. Myndin vísir at í 2014 verður føroyska tøka bruttotjóðarinntøkan pr. íbúgva væntandi størri enn tann danska pr. íbúgva.
Í eini sammeting av tøkari inntøku og livistøði má, millum nógv annað, havast í huga, at brúkara prísirnir í Føroyum eru hægri enn teir í Danmark




