Føroyar vera umboðaðar av Jóanis í Hoygarðinum á hestinum Bassa frá Tindsgarði. Jóanis hevur ikki havt bestu møguleikar at venja til kappingina, men kenna vit hann rætt, fer hann at gera sítt ítarsta fyri at koma so langt upp sum gjørligt á stigatalvuni.
Jóanis í Hoygarðinum metir at Ísland, umboða av Jóhan R. Skúlason og hesti hansara Finnbogi frá Minni-Reykjum eru favorittar, men vónar at kunna geva teimum dyst til strikuna.
Nakað av føroyskum áskoðarum, eru vanliga til Ístølt í Frederikshavn og soleiðis er eisini í ár.




