Harleywoodpaint
Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Føroyingar eiga at sleppa at keypa seinasta triðingin av Føroya Banka

John William Joensen

Nú eru 2/3 av Føroya Banka seldir, og vit kunnu fegnast um, at 9.000 føroyingar eiga í einskilda bankanum, skrivar Óli Breckmann løgtingslimur

Áheitan á Jóannes Eidesgaard, løgmann

Henda stóra undirtøka bendir á, at fjøldin tekur undir við, at besta leiðin til størri vælferð og frælsi er, at so nógvir einstaklingar, sum vilja tað, blíva persónligir eigarar í einskilda búskapinum og skapa eina nýggja partaeigara- og vinnulívsmentan her á landi.

Men samstundis vil undirritaði løgtings- og samgongutingmaður minna løgmann og landstýrið á, at túsundtals smápartaeigarar føla seg við sviðið soð, tí tey bert sluppu at keypa 10% av higartil útlutaða partapeninginum í Føroya Banka.

Hesar 120 mió. kr. mugu sigast vera alt ov lítil upphædd, tá ein hevur í huga, at so nógvir føroyingar bóðu um heilar 26 ferðir hesa upphædd í partapeningi, sum tey fingu til keyps.

Eg heiti tí staðiliga á løgmann, at hann og landstýrið alt fyri eitt viðgera tann møguleikan, at teir nógvu smáu føroysku partaeigararnir, sum føla seg vera við skerdan lut, sleppa at keypa tann seinasta 1/3, t.e. 600 mió kr, sum eftir eru at selja av Føroya Banka.

Um verandi reglur forða hesari demokratisering av partaognini í bankanum, heiti eg á løgmann um, vegna landstýri og samgongu, um at leggja uppskot um rætta broyting fyri løgtingið á ólavsøku, so tað ikki verður neyðugt hjá einstøkum tingmonnum ella flokkum at gera tað.

Virðiliga,
Óli Breckmann