Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Føroyingar hava bert eitt flagg – harra Løgmaður!

Oliver Joensen

Alt bendir á, at eg havi gjørt eitt mistak við at samtykkja fíggjarlógaruppskotið fyri 2007, sigur Poul Michelsen í viðmerking til politisku støðuna.

Føroyingar hava bert eitt flagg – harra Løgmaður!



Nú eri eg ikki so royndur í politikki at eg ikki geri mistøk. Alt bendir á, at eg havi gjørt eitt mistak við at samtykkja fíggjarlógaruppskotið fyri 2007.

Eg vil tó ikki taka størri ábyrgd av mistakinum enn eg veruliga havi. Eg havi verið í iva, um landsstýrið veruliga lumpaði orðingina um sendistovuna inn í viðmerkingarnar til fíggjarlógina, men eftir at hava lisið Bjarna Djurholm, eri eg sannførdur um at hetta veruliga var so.

Tá fíggjarlógin var viðgjørd við 1. viðgerð í oktober, var ongin sendistova at finna í fíggjarlógar- uppskotinum.

Tann 19. december leggur fíggjarnevndin álit fyri tingið. I álitinum er eftir øllum at døma komin ein orðing, sum eg ikki havi sansað.

Í 12. tíma hava hvørki fíggjarnevndarlimir ella tinglimir stundir at lesa allan tekst og tí verður bert taltilfarið gjøgnumgingið.

Fíggjarlógin fyri 2007 varð samtykt í einum ruðuleika av rossahandlum, og tá uppskotið, seint á kvøldi tann 21. december, bleiv samtykt, vóru tað bert fáir, sum vistu av láturligu sendistovu-tekstini. Løgmaður og Djurholm vóru so tveir av hesum.

Tað er tí ov bíligt av teimum, at goyma seg aftanfyri tær 32 atkvøðum í tinginum, sum bert hava samtykt taltilfarið. Her er ikki farið rætt fram. Og vitandi um at so er, hevði tað sømt seg betri, um løgmaður rættaði mistakið og bendi málið inn á rætt. Men høpisleysa ætlanin um at gera eina danska sendistovu aftrat í Íslandi, heldur eftir øllum at døma ótarnað fram.

Men sum sagt, eg havi gjørt eitt mistak og soleiðis sum løgmaður og Djurholm misbrúka tulkingina av viðmerkingunum í fíggjarlógini, er einasti møguleikin hjá mær at leggja uppskot fyri tingið, og á tann hátt at royna at rætta mistak mítt. Hetta nevndi eg eisini í fyrstu grein míni “Hví so ússaligt?”, at eg vildi gera, um landsstýrið ikki fann eina virðiliga loysn á málinum.

Eg vil so ikki hava ábyrgdina av skommini.

At Bjarni Djurholm í grein síni heldur, at eg bara geri hetta fyri at eftirrationalisera og at tekkjast ávísum veljarum, verður hann um. Eg haldi hinvegin at Djurholm ikki situr á aftasta bonki tá tað snýr seg um at royna at tekkjast veljarum ella at eftirrationalisera mistøk.

Fyri mær snýr tað seg um, at føroyingar fáa eina sendistovu í Reykjavík, sum sømir seg føroyingum. Fyri mær er púra greitt, at sendistovuætlanin hjá løgmanni beinleiðis skaðar samvinnuna landanna millum.

Talan kann ikki verða um eina danska sendistovu aftrat – har er jú ein frammanundan. Talan má verða eina sendistovu, sum er undir føroyskun flaggi og skjaldrarmerki. Missa vit tignina við at gera hetta, so eru avleiðingarnar ógvuliga avmarkaðat og avgjørt til at bera. Føroyingar hava bert eitt flagg – so einkult er tað. Vit vera bert virdir um vit virða okkum sjálvar og Merkið okkara. At virðingin skal finnast og tign føroyinga í Íslandi skal fáast við at balla okkum inn í danska flaggi dugi eg ikki at skilja at nakar kann fáa seg til at halda.

Er tignin tað einasta, sum telur hjá løgmanni og Bjarna Djurholm, og hetta verður endin á málinum, vil eg skjóta upp fyri løgmanni, at hann setir sendimannin flaggleysan inn í eitt kustaskáp í kjallarin á donsku sendistovuni, og at vit ongantíð hoyra til hansara aftur.

Eg skal hinvegin bjóða íslendska konsilátinum og nýggja íslendska konslinum Eiður Guðnassoni at vera vælkomnan til Føroya. Ongin ivi er um, at íslandingar vera sjónligir í Føroyum á ein virðuligan hátt – hetta veit eg at íslendingar leggja áherðslu á.





Poul Michelsen, løgtingsmaður