Vanligt er at leita sær á matstovu at keypa sær eplabátar, men í løtuni kanst tú fáa eplabátar í línubátastødd
Í løtuni keypa føroyingar ikki upp á borg, men heldur upp á Inge-borg.
Eisini er komið okkum fyri oyrað at fiskimálastýrið ikki longur gevur upphøggingarstuðul til fiskiflotan, men í staðin sendur fiskiskipini yvir í handilsflotan.
Verkfallsskipalistin
Vegna verkfall er skipalistin nakað broyttur, og hetta hevur eisini havt sína ávirkan á fiskiskapin.
Jákup B kemur úr Skotlandi við 5000 pundum av eplum og 2000 pundum av rosinum.
Jógvan S. er á veg til Skotlands eftur 8000 pundum av mjøli og 10000 pundum av súreplum.
Nýggi Skálaberg er á veg heim úr Norra við 500 tonsum av sukuri
.bla, bla, bla
. Jú mangt skal man hoyra áðrenn av dettur oyrað.




