Beint eftir Ólavsøku gjørdu Norðlýsið, Atlantic Airways og Alex Sólstein aftur ein túr til London við einum bólki av føroyingum, og “huffarsligur” var túrurin, tað kann sigast.
Vit búðu á einum góðum hotelli mitt í London og frá hesum hotellinum gekk túrurin hvønn morgun við bussi at vitja ymisk støð.
Beinanvegin vit lendu í Stansted stóð bussur fyri okkum og vit byrjaðu at hyggja okkum um beinanvegin. Fyrsta stoppið var við Natural History Museum, har ein kundi havt brúkt fleiri dagar, men vit høvdu frammanundan valt burturúr, at síggja stóra bláhvalin, ið bergtekur, líkamikið um ein hevur sæð hann fleiri ferðir fyrr. Har vóru eisini alskyns hvalasløg og eisini var forvitnisligt at síggja allar dinosaurarnar, ið vórðu sýndir fram har. Síðani gekk leiðin til London Eye, har vit fóru upp í stóra "parisarahjólið", tað størsta í heiminum. Veðrið var sera gott, so vit nýttu dagin og vóru troytt, tá vit komu til hotellið um fimm tíðina, eftir at vera farin heimanífrá kl. fimm hálvgum seks á morgni. Men vit skuldu út at eta kl. 19, so vit sóu ikki seingina, fyrr enn klokkuni leið væl til 23.
Dagin eftir var eisini strævin og sera áhugaverdur, vit ótu morgunmat og bussurin kom kl. 10. So at vitja Westminster Abbey. Her høvdu vit eisini danskan guide við okkum, so frágreiðingarnar frá Alexi og danska ferðaleiðarunum vóru neyvar og áhugaverdar. Síðani á St Paul´s Cathedral, har summi fingu rundvísing í stóru imponerandi dómkirkjuni, ímeðan eg og nøkur við mær valdu at ganga tey meira enn fimmhundrað trinini upp til tornið omanfyri kupulin á St Paul´s Cathedral, har vit høvdu eitt sera gott útsýni yvir London. Eftir vitjanina har, var farið aftur á hotellið at fyrireika seg til kvøldið, har vit fyrst skuldu út at eta og síðani til sangleikin "Lion King", so her var eisini komið langt út á kvøldið tá vit komu aftur á kamarið.
Triðji dagurin var avsettur til innkeypstúr, og tað var ikki hissini innkeypssentur bussurin koyrdi okkum til, nevniliga Bluewater, ið verður roknað sum eitt av teim flottastu handilssentrunum í europa. Sentrið er bygd í einum gomlum kálknámi og har er rættuligt pláss fyri fríluftsaktivitetum uttanfyri, stór vøtn har ein kundi leiga sær bátar til ymisk endamal og frítíðarítriv av alskins sløgum. Sentrið er ævintýrkent í byggistíli og tað er umhvørvið so sanniliga eisini.
Fjórði dagurin skuldi vera frídagur, men Alex helt at vit skuldu bjóða luttakarunum, sum høvdu hug, ein túr við okkum at sigla oman eftir Themsen til Greenish, har vit sluppu at royna at standa á 0 meridianuni og eisini vitjaðu sjófartsmuseumið har, hesin túrurin var ikki minst áhugaverdur, tí vit fingu nógv at vita um navigatión og navigatiónsútgerð.
Eftir ein góðan londontúr, skuldu vit flúgva heimaftur 5. dagin, men sum so mangan fyrr, vóru ikki flúgvilíkindi í Vágunum, so vit máttu eina nátt afturat inn á eitt Hiltonhotel við Stansted, til vit kundu flúgva heim tíðliga morgunin eftir.
Samanumtikið ein sera áhugaverdur og hugnaligur túrur.
Norðlýsið skipar annars fyri einum nýggjum túri til London, sí grein og lýsing aðrastaðni.




