Týsdagin 1. november fer Norðurlandaráðið at handa tær fimm árligu virðislønirnar sum eru: Virðislønin fyri barna- og ungdómsbókmentir, Filmsvirðislønin, Bókmentavirðislønin, Umhvørvisvirðislønin og Tónleikavirðislønin.
Føroyingar eru innstillaðir til tríggjar av hesum virðislønunum. Innstillaðu føroyingarnir eru:
Barna- og ungdómsbókmentir: Bárður Oskarsson, fyri bókina ”Stríðið um tað góða grasið” (Bókadeild Føroya Lærarafelags 2012).
Bókmentavirðislønin: Carl Jóhan Jensen, fyri skaldsøguna “Eg síggi teg betur í myrkri” (Sprotin, 2014)
Tónleikavirðislønin: Tónleikabólkurin ORKA fyri verkið “Leipzig”.
Í ár verða virðislønirnar handaðar í Konserthúsinum hjá Danmarks Radio, har norðurlendsku stjórnarleiðararnir og aðrir ráðharra verða hjástaddir umframt limirnir í Norðurlandaráðnum. Eisini tey sum eru innstillað til virðislønirnar verða til staðar.
SEV-stjórin skal handa umhvørvisvirðislønina
Tey sum vunnu seinast skulu handa virðislønirnar í ár, og hetta merkir, at Hákun Djurhuus, stjóri í SEV, skal handa umhvørvisvirðislønina.
Og har verður eisini meira av føroyskum tilfari: Undir handanini verður eitt nýtt verk hjá Sunleifi Rasmussen framført.
Vertur verður dansk-svenska sangarindan Caroline Henderson.
DR fer at senda beinleiðis frá handanini.




