Líkamikið hvørja støðu man hevur til kongshúsið so hevur skipanin við riddarakrossum og kongaligum heiðurstekin verið ein góð skipan har tað almenn hevur heiðra fólk av øllum samfelagsstættum í øllum ríkinum. Tey sum hava fingið heiðurin gjøgnum sítt starv hava so ella so verið í fólksins tænastu, antin sum politikarar ella sum tænastumenn/kvinnur. Harafturat hava onnur heiðurstekin verið latin til framstandandi vinnulívsfólk og onnur til fólk sum stórsta partin av lívinum hava verið í vanligum starvi har tey hava tænt sínum arbeiðsgevara og viðskiftafólkum trúliga. Soleiðis kunnu vit halda fram og tað er alla æru vert at kongahúsið á hvørjum árið ger eitt stórt arbeiði fyri at deila út herðaklapp í eini tíð har skandalusøgur er tað sum miðlar og politiska skipanin brúkar mestu orkuna til.

Í Føroyum og í Danmark hava ávísir politiskir flokkar sagt noy til at taka ímóti heiðursteknum frá kongshúsinum. At fólk og flokkar vilja avtaka kongshúsið er ein demokratiskur rættur, men spurningurin er um tað ikki er ein misskiljing tá ein so framstandandi persónur, sum løgtingsins formaður ikki vil taka móti heiðursteknum. Tí tað er ein meiriluti av fólkinum sum vil varðveita kongshúsið. Harafturat mælti seinasta Fullveldissamgonga, sum Tjóðveldi og Fólkaflokkurin vóru saman um til at varðveita danska kongshúsið eftir at Føroyar vóru skipaðar sum fullveldi. Tá Løgtingsformaðurin so álíkavæl ikki vil bera heiðurstekin, sum hann fær vegna sítt fólkavalda starv er nærliggjandi at spyrja um hann tá átekur sær størri heimildir enn hann hevur rætt til. Eisini særir hann tey sum eru fegin um sítt herðaklapp frá drotningini og er tað ikki ein óskikkur at siga noytakk til rósur og herðaklapp?
Bjørt Samuelsen, legði fyri kortum fram eitt sera skilagott uppskot um eina føroyska heiðursmerkja skipan, men tað verður sera trupult at skilja um tey sum í dag siga noy til at taka ímóti heiðursteknum, tá fara at sig ja – einans tí at talan er um eitt føroyskt heiðurstekin.
Vit í Føroyum hava sera lætt við at speireka hvønn annan og ein ráðandi hugburður er at eingin skal halda seg verða nakað. Tað er sera trupult at ímyndað sær at løgtingsformaðurin fór at geva heiðurstekin til Regin á Bakka, Kristian Martin Rasmussen og Jákup Jacobsen ella onnur framstandandi vinnulívsfólk, tí tað hevði uttan iva kosta teimum atkvøður frá veljarum, sum ynskja at stríðast ímóti frælsum vinnulívsfólkum.
Føroya Sjómannadagur hevur síðan 2005 á hvørjum árið heiðra bestu og dugnaligastu bátar og skip og fleiri ferðir hava fyrireikararnir heitt á almennar stovnar sum eitt nú Heilsufrøðiligu Starvstovuna um at heiðra framstandandi og væl rikin virkir, men til fánýtis.
Vit áttu uttan iva at havt eina almenna føroyska skipan við heiðursmerkjum og í staðin fyri at speireka drotningina áttu vit at lyft okkum upp á hennara støði, so vit ikki vóru ov smáir til at sýnt teimum heiður, sum hava tað uppiborið.
Men tíanverri er eisini á hesum øki lægsti felagsnevnarin ráðandi.
Kongahúsið hevur hóast alt undir skiftandi monarkum áhaldandi sínt føroyingum heiður og tað er alla æru vert.
Men sum kendi danski sangurin sigur: “Tak er kun et fattigt ord!”