Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Føroyingar skikka sær væl

Helgi Abrahamsen

”Tað er gleðiligt at kunna staðfesta, at talið av fráboðanum fyri brot á revsilógina fram til 2016 er fallandi, og at í 2016 eru fráboðanirnar tær lægstu nakrantíð.” Tað skrivar heimasíðan hjá politinum í dag.

”Tað er gleðiligt at kunna staðfesta, at talið av fráboðanum fyri brot á revsilógina fram til 2016 er fallandi, og at í 2016 eru fráboðanirnar tær lægstu nakrantíð.” Tað skrivar heimasíðan hjá politinum í dag.

Hagtølini hjá politinum er nú dagførd við tølunum fyri árið 2016, so nú ber til at fylgja gongdini frá 2008 til 2016.

”Samanborið við fólkatalið, hava vit í Føroyum nógv minni kriminalitet enn í Danmark,” staðfestir heimasíðan.

”Í Danmark blivu í 2016 fráboðað umleið 67 brot á revsilógina pr. 1.000 borgarar, og tilsvarandi talið fyri Føroyar er einans umleið 12 fráboðanir fyri brot á revsilógina,” stendur í skrivinum.

Talið av stuldrum og herverki hevur ongantíð verið so lágt sum í 2016, og harðskapsmálini eru fækkað við umleið 21prosentum, frá 101 fráboðanum í 2015 til 80 fráboðanir í 2016,

Men alt gongur ikki tann rætta vegin. Talið av innbrotum í 2016 er hækkað nakað í mun til 2015. Tað er í miðal fráboðað eitt innbrot 6. hvønn dag, men tað heldur politiið vera eitt lágt tal.

”Hagtølini í sær sjálvum geva okkum ikki nakað svar uppá ella ábending um, hví tølini eru lækkað, men uttan iva eru tey miðvísu fyribyrgjandi átøkini, millum annað gjøgnum SSP arbeiði og einum sjónligum politii í kvøld- og náttarlívinum, ein viðvirkandi orsøk til fallandi lógarbrotini,” skrivar politiið.

Heimasíðan hjá politinum er at finna her.