Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Føroyingar sóu Liverpool vinna tveir dystir

Norðlýsið

Um vikuskiftið var eitt stórt føroyskt ferðalag í Liverpool og hugdi eftir fótbólti. Áskoðararnir sóu tveir heimdystir hjá Liverpool, og felagið vann báðar

Tað var felagið hjá Liverpool-fjepparum í Føroyum, sum hevð tikið stig til ferðina, og áhugin var stórur. 82 vóru fólk í føroyska ferðalagnum, og Atlantic fleyg beinleiðis millum Vágar og Liverpool í sambandi við ferðina.

Leygardagin varð hugt eftir dystinum ímillum Liverpool og West Ham í Premier League, og her vann Liverpool 2-0. Týskvøldið var dystur ímillum Liverpool og Anderlecht í Champions League, og tann dystin vann Liverpool 3-0.

Føroysku Liverpool-fjeppararnir vóru tí í sjeynda himli eftir báðar dystirnar, og teir vóru annars væl nøgdir við ferðina.

Harleywoodpaint