Harleywoodpaint
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Føroyingar við til norðurlendska skjótikapping í Noregi

Tíðindaskriv

Komandi vikuskifti er norðurlendsk meistara kapping í ítróttar skjóting í Oslo í Noregi.

Skjótisamband Føroya hevur úttikið 6 skjúttar at umboða Føroyar í kappingini. Teir eru Finn Ludvig, Esmar Joensen og Jón Jacobsen í trap, og Jóannis Joensen, Tórur Fløtt og Jóhann Fløtt í skeet. Hesir skulu kappast í leirdúgvuskjóting, við aðrar skjúttar úr Danmark, Finnlandi, Estlandi, Bretlandi, Íslandi, Noregi og Svøríki.

Føroysku skjúttarnir luttaka sum gestaskjúttar, tí Føroyar ikki er limur í Nordic Shooting Region, men luttøkan er eitt stig á leiðini, fyri at fáa føroyskan limaskap.

Kappingin verður í døgunum 24-26. august 2018.
Heimasíðan hjá Nordic Shooting Region, har tað m.a. fer at bera til at fylgja við úrslitinum, sæst her: