Føroyingar vístu á Faroe Pride, at teir ynskja eitt rúmligtog øðrvísi samfelag. 6000 fólk gingu lið um lið oman gjøgnum havnargøtur ogstuðlaðu LGBT Føroyum í bardaganum í at skapa eitt samfelag har allir borgararverða javnsettir.
Faroe Pride byrjaði í Gundadali við stórslidnari skrúðgongu,har fólk úr øllum Føroyum vóru komin at taka lut. Gingið var oman ígjøgnum býinframvið løgtinginum og oman á Kongabrúnna har stórsligin konsert við nógvum avfremstu føroysku tónleikarunum var hildin.
Javnsetan íhjúnarbandinum
– Komandi heyst fer at verða ógvuliga avgerðandi fyrilgbt’arar í Føroyum, tí tá skal løgtingið taka støðu til at javnseta samkynd oghinskynd í hjúnarbandslógini. Tað er okkara vón at tann stuðul vit hava ífólkinum, og sum vit sóðu á Pridini í ár fer at ávirka okkara politikarar,sigur Sonja Jógvansdóttir, nevndarlimur í LGBT Føroyar.
Tann jaliga gongdin, sum hevur verið seinastu árini, har altfleiri LGBT’arar velja at livað opið í føroyska samfelagnum ger, at politiskaskipanin má taka støðu til, hvørji rættindi hesi skulu hava.
– Tað ber ikki til at vit hava ein minniluta av borgarum,sum orsakað av sínum seksualiteti eru annanrangs borgarar í sínum egna landi, leggurSonja Jógvansdóttir dent á.
Faroe Pride
Faroe Pride hevur eftir stutta tíð ment seg til at verðamillum heimsins størstu pridir sæð í mun til fólkatalið.
– Øll vit í LGBT Føroyar vilja takka øllum teimum mongu, sumtóku lut á Pridini, tykkara stuðul gevur okkum treysti at halda áfram og helmaverður ikki í fyrr enn vunnið er á mál, sigur Eiler Fagraklett, nevndarlimur íLGBT Føroyar.




