Nýggj kanning vísir, at ein stórur meiriluti av føroyingum ynskja at halda áfram við grindadrápi, sum tað verður gjørt nú.
Í blaðnum Prei, sum er til keyps í sølubúðunum, er ein fesk kanning, sum Gallup hevur gjørt, gjørd um, hvat føroyingar halda um grindadráp. Ein av spurningunum er, hvat ein heldur er rættast at gera. 77 % svara, at rættast er at halda áfram sum nú við grindadrápi. 11 % vita ikki og bara 12 % siga, at føroyingar skulu gevast at drepa grind. Sostatt eru sera stórur meiriluti fyri at halda áfram sum nú við grindadrápi.
Í blaðnum eru eisini aðrir spurningar um grindadráp.
Myndin er forsíðu mynd í blaðnum Prei. Miriam og Janus Photography hava tikið myndina. Teirra facebook bólkur finst HER. Facebook bólkurin hjá Prei finst HER.




