Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Føroyingarnir klára seg væl í Karaoke World Championships

Danial Viðoy

Sofía og Dánial hava verið á senuni, og var tað eitt brak!

Sofía og Dánial hava verið á senuni, og var tað eitt brak!

Klokkan 05.23 í morgun fingu vit hetta tíðindaskriv sendandi úr Kanada:

Sofía var longu sum hin triðja á senuni. Hon sang Before he cheats hjá Carrie Underwood og tað var ein veldig og innlivandi framførsla.

Dánial var sum nummar 23 og við All night long hjá Lionel Ritchie ein bumba á senuni. Væl upplagdur, smílandi og dansandi undirhelt hann fjøldina.

Millum báðar sangirnar sungu okkara sangarar eina duet, One hjá U2 við Mary J. Blige. Hetta var eisini ein fantastiskt framførsla, har bæði suppleraðu hvønn annan væl.

Í morgin (í dag) er aftur eitt umfar, og tá er Sofía sum nummar 6 og Dánial 10.

Tey syngja ávikavist Hurt hjá Johnny Cash og Change the World við Eric Clapton.

Í duet umfarinum syngja tey Whiskey Lullaby við Brad Paisley og Allison Kraus.

Tá øll hava sungið finna vit útav, um vit koma víðari.

Trýst her: Her ber til at síggja tey syngja

Um tú spolar fram til 53.25, so kanst tú síggja framførsluna hjá Sofíu.