Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

“Føroyingur” á danska U18 fótbólts landsliðinum

Jákup Ósá

Jonas Hansen, ið er á danska U18 landsliðinum, byrjar í summar uppá ein tvey ára sáttmála í Esbjerg.

Jonas Hansen, ið er á danska U18 landsliðinum, byrjar í summar uppá ein tvey ára sáttmála í Esbjerg.

At Jonas er føroyingur er kanska ov nógv sagt. Tí hann hevur ongantíð búð í Føroyum. Men bæði hansara foreldur eru úr Føroyum. Pápin eitur Benny Hansen og er úr Runavík, meðan mamman eitur Katrin Hansen og er úr Tórshavn. Jonas er 17 ára gamal og fyllir 18 ár 7.august.

Á danska landsliðinum

Norðlýsið vendi sær til pápan Benny Hansen fyri at spyrja eitt sindur um, hvussu støðan hjá Jonasi er í løtuni.

– Jonas er í løtuni á danska U-18 landsliðinum, har hann er skrásettur fyri tveir landsdystir. Harumframt byrjar hann í summar uppá ein tvey ára sáttmála í Esbjerg. Fyrsta árið tekur hann gymnasium viðsíðuna av, men um eitt ár verður tað bara fótbóltur. Hann skal longu nú í vikuni á venjingarlegu í Týsklandi saman við Superliga hópinum. Og mín fatan er, at hann nærkast Superliga hópinum av álvara. Ætlanin er sum skilst í felagnum, at hann um eitt ár skal vera fastur partur av Superliga hópinum. Hetta seinasta hálva árið hevur hann spælt við eykaliðinum og U19 liðinum hjá Esbjerg, sigur Benny Hansen.

Miðvallaleikari

Tá vit biðja Benny lýsa sonin hjá sær, so sigur hann soleiðis.

– Hann er ein verjukendur miðvallaleikari. Hann rennur eina rúgvu og er við har, sum tað hendur. Hann er ikki av skjótastu leikarum og skorar ikki so nógv mál, men hevur eitt gott yvirblikk og góðar avleveringar, sigur Benny Hansen við Norðlýsið.


Einki hoyrt úr Føroyum

Tá leikarin í hesum føri hevur bæði foreldrini úr Føroyum, so uppfyllir hann væl og viruliga øll krøv um at koma á føroyska landsliðið. Men hann hevur enn ikki fingið nakran fyrispurning úr Føroyum.

– Nei hann hevur ikki hoyrt nakað úr Føroyum. Skuldi tann spurningurin komið, so dugi eg illa at siga, hvussu tað hevði blivið. Tað má hann svara fyri sjálvur. Men sum eg skilji, so kann ein leikari spæla heilt upp til U21 landsliðið hjá einum landi fyri síðani at kunna skifta til A-landsliðið hjá einum øðrum landi, sigur Benny Hansen.

So hvør veit, um Føroyska A-landsliðið ikki møguliga hevur ein komandi landsliðsleikara her. Væl at merkja um tað ikki fer at ganga so mikið gott, at hann kemur á danska A-landsliðið.