Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Føroyingur í enskari gittarkapping

(Hannefía Joensen)

Guitar Idol 2008 eitur kappingin, ið ungi føroyski gittarleikarin Pauli Reinert Poulsen úr Havn luttekur í.

Høvuðsvinningurin er at hita upp fyri guðfaðirin at instrumentalum gittartónleiki, Joe Satriani.

Undanumfarið fer fram á alnetinum, har gittaristar leggja sín sang út á heimasíðu. Síðani skulu dómarar og luttakarar døma um, hvørjir 12 gittaristar fara víðari til finaluna.

Finalan fer fram 14. juni á næststørstu tónleikamessuni í Evropa, London International Music Live, tá teir 12 finalistarnir skulu spæla fyri stórum áskoðaraskara, har nógvir heimskendir gittaristar vera tilstaðar – m.a. Paul Gilbert og Yngwie Malmsteen. Lyklafólk innan vinnuna fara at døma finaluna, og vinnarin sleppur at hita upp fyri Joe Satriani, tá hann framførir seinni á hesi tónleikamessuni, umframt at vinnarin fær tónleikaútgerð sum vinning.

Pauli er 22 ár og hevur fyri tað mesta búð í Føroyum. Í ár lesur hann á kristiliga tónleikaskúlanum Nexus, í Coventry, Onglandi. Hann spælir m.a. við í bólkinum Proclaim, sum gav fløgu út í fjør. Eisini spælir hann við Martin í Grund, og hava teir rættiliga gjørt vart við seg í Onglandi, við m.a. at vinna Battle of the Bands.

Til ber at atkvøða á síðuni: www.guitar-idol.co.uk . Til tess at kunna atkvøða má ein skráseta seg á síðuni. Profilurin hjá Paula er at finna á www.guitar-idol.co.uk/pauli-reinert

Harleyfacadeacryl