Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Føroysk ferðavinna á breddan í Danmark

Danial Viðoy

Ferðavinna: Eitt forvitnisligt eintak um Føroyar og føroyska ferðavinnu er at finna í Jyllands-Postinum í dag. Sunnudagsblaðið er altíð stórt í vavi við nógvum eykabløðum. Í morgun fangaðu Føroyar lesaran. Smukt som et stjerneskud, Vandhundene fra Vestnorden og Som en eventyrfilm eru millum lovandi yvirskriftirnar.

Høvundarnir handan greinarnar í blaðnum eru nokkso kend fjølmiðlaandlit. Uni L. Hansen, Øssur Winthereig, Ingolf S. Olsen o.o. Leif Láadal hevur verið redaktørur. – 263.000 eintøk eru prentað.

Sniðið er væl frágingið og myndirnar tala fyri seg. Innihaldið fevnir víða og fyri lesaran eigur hetta heilt víst at verða ein brellbiti.

Verður hugsað um teir spurningar, sum ein føroyskur útiseti fær dagliga frá dønum um Føroyar, so er hetta blaðið júst tað, sum danskarar undrast yvir og fegnir vilja vita meira um.