Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Føroysk Gospel-diva á Summarfestivalin

(Erik Biskopstø)

Føroyska songkvinnan Linda Andrews hevur sungið kór hjá óteljandi kendum sangarum, men hon dugir sanniliga eisini sum solistur, og á Summar Festivalinum fer hon at bjóða eina rimmar framførslu við góðum gospeltónleiki

Carola, James Sampson, Johnny Logan, Soap, Blå Øjne, Guðrun Sólja, A-Teens og nógv fleiri hava havt gleðina av at hava Lindu Andrews sum kórsangara.

Føroyska songkvinnan, sum er búsitandi í Danmark, er ein nógv umbiðin kórsangari, og hon hevur framført til bæði Danish Music Awards og Grand Prix.

Sum solistur er Linda Andrews ein rættiliga gospel-diva. Hon er solistur til konsertir og tiltøk, og hon ferðast eisini runt í Danmark at hava workshop í gospelsangi.

Linda Andrews roynir seg nú eisini við einari fløguútgávu, sum kallast Revelation, og tá hon í august fer á pallin á Summar Festivalinum, verður tað við einum væl spælandi bólki í rygginum og frálíkum sangum á skránni. M. a. kendi bassspælarin Lars Danielsson (DK) og Staffan Astner (SE) eru við í bólkinum.

Dømi um tónleikin hjá Lindu Andrews kunnu hoyrast á hennara myspace-síðu. Ikki minst er hannara tulking av Via Dolerosa dømi imponerandi sang avrik!
http://www.myspace.com/misslindaandrews