Harleywoodpaint
Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Føroysk “heimslist” í Ribarhúsi á Varmakeldu

Frits Johannesen

Mangt og mikið er farið um Leirvíksfjørð, t.d. tá ið Jaki á Polaris var uppi á døgum. Hugsi næstan, vit kunnu siga, at onkuntíð stóð sólin still millum Leirirvíksboðar og Galvin, tá ið Jaki stóð negldur í stýrhúsrútinum og var sum ein klassisk mynd í tí livandi ljósskiftinum, sum var um hesa leið, tá ið moturglintini salvaðu Jaki í hesari sigling. Hevði tað verið nú, so hevði hann havt í lastini ein sjáldsaman førning um fjørðin. Tað er soleiðis í ár, at Norðoya Listafelag hevur tríati ár á baki, og var hetta hildið á Norðoyastevnu í ár, so tað tindraði og glógvaði í Spaniastovu, Seglhúsinum og í Ósaskúlanum. Astri Luihn hevði eina undurfulla málningaframsýning í Spaniastovu, Amariel Norðoy eina yndisliga og glógvandi málningasýning í gamla Seglhúsinum – hann verður sjeyti ár í næstum, og so var tað Ósaskúlin , har 47 listaverk vóru til skjals, sum Norðoya Listafelag átti. Hetta er ein dýrgripur, og rørir tað sinnið, at fólk hava verið so framsíggin fyri tríati árum síðani og hava ognað hesum felag so nógva góða list. Norðoya Listafelag hevur lænt Ríbarhúsi 15 verk av hesum kenslusama dýrdargripi, og verður hetta sýnt fram á Varmakeldu, sum verður 4. og 5. juli. Sýningin verður sett hóskvøldið kl. 20:00 av Jógvan á Lakjuni , tingformanni, og er opin leygardagin frá kl. 11:00 til kl. 22:00 og sunnudagin frá kl 14:00 til kl. 20:00.

Seyðabussurin hjá Petur Martini.

Ja, eg hugsi um Jaki, nú leitað varð inn til Klaksvíkina hósdagin 25. juni kl 10:00 um morgunin eftir hesum farmi við tí rustreyða seyðabussinum hjá Peturi Martin Petersen. Hann sat eins stinnur og poetiskur við rattið, sum Jaki helt um stýrisvølin um borð á Polarisi. Hugsi næstan, um Rembrandt var við á ferðini, hevði hann málað teir báðar við sínum døkku, dimmu, myrku, ljóslivandi strokum – Clair obscur – í andans ljósi og skugga. Ja, hetta var ein listalig, heilag ferð…. Kanska er aldri á ævini ein slíkur farmur farin um Leirvíksfjørð.

Fyrst fóru vit inn til Dáva Winther í tí kommunala bygningin eftir einari mynd hjá Archa(Trampedach), Poulinu(Várdagur) og Mikines- Pieta(heilagskapur, Michel Angelo). Dávur Winther er formaður í Norðoya Listafelag. Ja, vælsignað veri hondin og løtan, og so at bera hesar málningar út… ikki til gravar, men til eina framsýning í Ribarhúsi á Varmakeldu. Ein gloria var um málningarnar, motivið, sum er vovin kring hesi verk altnar dagar jarðarinna. At hava rørt við Pieta, ja, tá ert tú ævigagjørdur sjálvur. Ja, hetta er vakurt.

Grønaból

Eftir hetta lá leiðin út til Grønaból eftir restini ev hesum førningi. Archibald Black stóð í túninum og tók ímóti. Blíður, inntonktur við einum listaligum bragdi um ennið, pannu og kinnklova. Alt av einari rótføroyskari, skaldakendari lynning, sum tú bert sært hjá listafólki. Nú komu aðrir málningar undan væðingi – Hans J. Glerfoss, Hans Hansen – Mikladalsmálarin, Hanni Bjartalíð, Olivur við Neyst, Amariel Norðoy, Elinborg Lützen og Frida Zachariassen. Nú var bert eftir at vælsigna hesi verk… og knappliga stóð Nólsoyar Páll á Grønabóli og lyfti sínar hendur upp og vælsignaði bæði okkum, løtuna og málningarnar. Nú kundu vit seta okkum tryggar í henda gylta, rustreyða vogn og leggja á fjørðin, fara um Galvin, Leirvíksboðar inn á Okkara Poll og so inn á Fuglafjørð, har Jaki alla somlu tíðina var við okkum við sínum brosandi eygum og sinni. Hetta var ein tann sjaldsamasta útferð, sum eg havi gjørt á ævi míni. Vælsignað veri Norðoya Listafelag.