Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Føroysk heystmentan í 2. b

John William Joensen

Øll vóru forvitin og spent at síggja, hvussu alt fór fram tá flett verður

Mikudagurin 4. oktober var ein serstakur dagur hjá næmingunum í 2. b í Skúlanum við Ósánna. Dagurin var ljósur, eitt sindur kaldur, men á veg til gongu heilt niðan í fjósið hjá Peturi Eliasen uppi á Fossum, var lagið gott. Nógvir spurningar um ymist á vegnum, men tá reyði lastbilurin hjá Bjarna Ziska Dahl kom í eygsjón, vistu øll, at nú vóru tey komin á mál.

Komin inn í fjósið, lógu tvey lomb á gólvinum og Jógvan Ziska, Astrid, Sámal Júst og Bjarni stóðu klár at fara til verka.

Nú heystið er komið, hava vit tosað nógv um fletting, ull og annað, sum hevur við seyðahald at gera. Tí vóru øll forvitin og spent at síggja, hvussu alt fór fram. Tað gekk væl og skjótt, so vóru bæði lombini flett og vigað.

Eftir eina góða løtu uttanfyri fjósið við lambinum, sum stóð bundið uttanfyri, fótbóltsspæli og heimabakaðari køku frá Sofíu og Eydnu, søgdu vit farvæl og takk.
Á veg oman varð vassað í ánni og ferðin var nógv omanbrekku.

Ein frálíkur dagur, sum vit seint fara at gloyma. Stóra tøkk til tykkum øll, sum gjørdu hendan dagin so hugnaligan.

Við heystkvøðu, 2. b í Skúlanum við Ósánna

Harleyfacadeacryl