Føroyska guðstænastan í Hans Egede Kirkju annan jóladag verður send á DR P1, sama dag kl. 16:03. Sum siður er hittast føroyingar í Keypmannahavnar økinum til guðstænastu annan jóladag kl. 14:00. Hettar er annað árið á ræð at guðstænastan verður hildim í nýggja bústaðnum hjá føroysku meinigheitini, Hans Egede Kirkju, í Vardegade 14 á Eysturbrúgv.
Føroyska guðstænastan í Hans Egede Kirkju annan jóladag verður send á DR P1, sama dag kl. 16:03.
Sum siður er hittast føroyingar í Keypmannahavnar økinum til guðstænastu annan jóladag kl. 14:00. Hettar er annað árið á ræð at guðstænastan verður hildim í nýggja bústaðnum hjá føroysku meinigheitini, Hans Egede Kirkju, í Vardegade 14 á Eysturbrúgv.
Aftur í ár vitjar Húsakórið , sum millum annað fer at syngja eina nýggja týðing av eingilsku jólavísuni ” God rest ye merry gentlemen”, sum Ólavur Eysturdal hevur greitt út hondum til høvið. Aftaná guðstænastuna eru øll vælkomin til ein drekkamunn í meinigheitshølunum.
28. novembur í 2015 fyllir føroyska kirkjuliðið í Keypmannahavn eitt hundrað ár. Í hesum sambandi er ætlanin at gera eitt syndur burturúr, millum annað við fyrilestrum, dramatiskum verkstaði, minnisriti og hátíðarguðstænastu í Eliaskirkjuni á Vesturbrúgv – og Sunnleif Rasmussen hevur lovað at skriva motet til høvið, sum Mpiri fer at bera framm saman við solisti og urgu.
Nógv er broytt síðani føroyingar fóru at savnast til guðstænastu í Ríkishøvisstaðnum fyri hundrað árðum síðani – eisini á samskiftisøkinum eru stórbroytingar farnar fram síðani DR á fyrsta sinni sendi føroyska jólaguðstænastu í Christiansborg Slotskirkju í 1938. Men, jólaboðskapurin er hin sami!
Bergur Jacobsen




