Hósdagin 11. jan kl 17:00 letur upp stór listaframsýning á listasavninum “Hafnarborg” í Hafnafirði beint við Reykjavík.
Við á framsýningi eru: Edward Fuglø, Astri Luihn, Sigrun Gunnarsdóttir, Torbjørn Olsen, Eyðun av Reyni og Ingálvur av Reyni, sáli.
Framsýningin er ein ferðaframsýning og er fingin í lag av Norðurlandahúsinum í Føroyum. Í 2005 var framsýningin at síggja í Norðurlandahúsinum og í 2006 hevur hon verið á Norðurbryggjuni í Keypmannahavn og á Trondheim Kunstmuseum – og nú at enda er túrurin so komin til Ísland.
Á framsýningini eru 40 verk, og eru tey øll málningar. Fleiri av hesum eru rættuliga stórir og fyllir framsýningin alt Hafnarborg savnið, sum er í tveimum hæddum.
Myndevnið fevnir frá tí figurativa til tað abstrakta, og er henda framsýningin sostatt eitt gott boð uppá hvussu føroysk samtíðarlist sær út júst nú.
Framsýningin hevur fingið sera góð ummæli, bæði í Noregi og Danmark. Fyrrverandi stjórin í Norðurlandahúsinum í Føroyum, Helga Hjørvar, letur upp framsýningina.
Framsýningin er at síggja til og við 4. feb. 2007. Sí meira á www.hafnarborg.is
Grein: Edmund S. Jacobsen




