Mentanarvikan Skýming í Runavík er byrjað. Í gjár var setanin í Løkshøll, har salurin var gott og væl fullsettur. Fimm framsýningar á bókasavninum, umframt aðrastaðni í býnum lótu upp.
Mentanarvikan Skýming í Runavík er byrjað. Í gjár var setanin í Løkshøll, har salurin var gott og væl fullsettur. Fimm framsýningar á bókasavninum, umframt aðrastaðni í býnum lótu upp.
List fær góða rúmd í skránni í ár. Í kvøld verður ein sera áhugaverd myndaframløga um føroyska listasøgu. Tað er Oggi Lamhauge, listamaður og listamiðlari, sum fer at vísa myndir á stórskíggja, og hava eina søguliga gjøgnumgongd av føroyskari málningalist – og skulpturum. Oggi sigur, at hann leggur dent á at greiða frá á einum støði, soleiðis at øll kunnu vera við og fáa nakað burturúr. Sostatt er hetta ikki eitt tiltak fyri tey fáu, men heldur fyri tann breiða skarðan.
Hetta er ein sjáldsamur møguleiki at hoyra eina samanhangandi søguliga frágreiðing um føroyska list.
Framløgan er í kvøld klokkan frá kl 19 til 21, og tað er ókeypis atgongd.




