Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Føroysk luttøka á World Wood Day 2014 í Fujian provinsinum í Kina

John William Joensen

Jógvan S. Biskopstø er í hesum døgum luttakari í stórum tiltaki í Kina, har góð 70 listafólk úr øllum heiminum savnast fyri at fagna træmentan við at gera træskurðir av ymsum slag.

Jógvan S. Biskopstø er í hesum døgum luttakari í stórum tiltaki í Kina, har góð 70 listafólk úr øllum heiminum savnast fyri at fagna træmentan við at gera træskurðir av ymsum slag. 

Fyrstu tríggir dagarnir vóru settir av til at gera træskurðir á listaverkstaði, ið kallaðist “Homeland”. Jógvan gjørdi ein skurð úr íbinviði og kamfertræi, ið hann nevnir “Eksotiskt træ”. Harumframt var hann eisini biðin at gera skitsur av teimum luttakandi, meðan tey arbeiddu upp á teirra træskurðir. Eftir listaverkstaðin í Xianyou varð farið víðari til Kuming í nakrar dagar, har eisini arbeitt var við trælist. Fyrradagin gekk leiðin norður til Beijing, har enn fleiri verk verða gjørd. World Wood Day 2014 byrjaði 19. mars og endar nú leygardagin 5. apríl.