Hansen International kom í dag á marknaðin við húðrøkt til mannfólk. Talan er um vørurnar Moisturizing Day Cream, After Shave Lotion, Shaving Gel, Facial Scrub og Eye Gel.
Tað er Hans Fróði Hansen, sum vit kenna frá
fótbóltinum og mótaheiminum, ið eigur hugskotið
handan hesar fyrstu mannfólkahúðrøktvørurnar við
uppruna í Føroyum.
– Eg eri so sera fegin um at síggja dreymin gerast til
veruleika, og fegnist um hetta høvi til at branda Føroyar á
ein nakað øðrvísi hátt enn vanligt úti í heimi, sigur Hans
Fróði Hansen.
Frá fótbólti til beauty
Nógv vatn er runni í ánna síðani leirvíkingurin Hans Fróði
fyrstu ferð var við á føroyska landsliðinum í Beograd í
1996. Gaggurnar standa fyri tað mesta á hillini, nú nýggj
lívsleið er løgd innan móta- og vakurleikarøkt.
Dreymurin um at skapa sítt egna “brand”, er ikki nýggjur í
hugaheiminum hjá Hans Fróða. Hann hevur arbeitt við
hugskotinum til húðrøktvørurnar í eini trý ár, og á sumri í 2006 eydnaðist at fáa føroyskar íleggjarar at stovna eitt
felag, sum skuldi gera dreymin til veruleika. Eitt toymi úr
Føroyum, Íslandi og Los Angeles hevur í meira enn eitt ár
arbeitt við at menna vørurnar.
Málið er at skapa eitt internationalt brand við rót í
Føroyum til altjóða vakurleikaídnaðin. Vørurnar, ið fyrst
eru komnar í føroyskar handlar, verða um stutta tíð
marknaðarførdar í Íslandi, Danmark og Kalifornia.
Umframt tær fimm húðrøktvørurnar, sum nú eru komnar
í handlarnar, koma seks nýggjar vørur í røðini til mannfólk
til várs. Stórur dentur verður lagdur á útsjóndina av
vørunum, ið bera eitt mansligt og elegant snið. Umframt
húðrøktvørurnar fevnir úrvalið eisini um eina harratoilettasku í snotiligum og brúkaravinarligum sniði.
Nýggja mannfólkarøðin fæst til keyps í Matas í SMS, Drós
í Havn og Klaksvík, Monroe á Norðskála, Savanna á
Tvøroyri, Salong Una í Klaksvík. Somuleiðis fara aðrir
handlar í landinum at selja vørurnar.




