Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Føroysk Miðlafólk gjørt nýggjan sáttmála

tíðindaskriv

Føroysk Miðlafólk og Føroya Arbeiðsgevarafelag (Vinnuhúsið) skrivaðu í gjár undir nýggjan tvey ára sáttmála, ið neyvt fylgir karminum í hinum sáttmálunum á privata arbeiðsmarknaðinum.

Føroysk Miðlafólk og Føroya Arbeiðsgevarafelag (Vinnuhúsið) skrivaðu í gjár undir nýggjan tvey ára sáttmála, ið neyvt fylgir karminum í hinum sáttmálunum á privata arbeiðsmarknaðinum.

Tað merkir, at lønin hjá journalistunum, sum eru settir eftir hesum sáttmála, hækkar við 1,13 prosentum 1. november í ár, og við 1,89 prosentum, 1. november næsta ár.

Umframt lønarhækkingina, sum øll fer upp á sjálva lønina, vórðu bert smáar, málsligar broytingar gjørdar í sáttmálanum.

Í løtuni er bert Miðlahúsið fevnt av sáttmálanum millum Føroysk Miðlafólk og Føroya Arbeiðsgevarafelag.