Harley
Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Føroysk Miðlafólk nýggja avtalu um samlagstrygging

Føroysk Miðlafólk

Nýggja nevndin í Føroyskum Miðlafólkum er farin undir miðvíst arbeiði at menna og styrkja fakfelagið fyri tey, sum hava sítt yrki í føroyska miðlaheiminum

Nýggja nevndin í Føroyskum Miðlafólkum erfarin undir miðvíst arbeiði at menna og styrkja fakfelagið fyri tey, sum havasítt yrki í føroyska miðlaheiminum


Sum eitt fyrsta stig hevur felagið skrivaðundir eina nýggja, dagførda avtalu um samlagstrygging, galdandi fyri allarlimirnar. Við nýggju avtaluni kann Føroysk Miðlafólk bjóða limunum eitt munandisterkari, fíggjarligt trygdarnet í samband við sjúku ella deyða. Nýggjasamlagstryggingin kemur í gildi 1. apríl og avloysir verandi limatrygging. 


Føroysk Miðlafólk vil vera snúningsdepilin fyri øll miðlafólk í Føroyum. Næstastigið verður at seta ferð á fakliga virksemið og annars gera felagið meirasjónligt. Føroysk Miðlafólk er í dag limur í norðurlendska, evropeiska ogaltjóða fakfelagssamstarvinum fyri journalistfeløg, og ætlanin er atuppraðfesta hesar limaskapir. Føroysk Miðlafólk er einasta felag, sum kannskriva út pressukort í Føroyum. 


Eftir aðalfundin fyrr í mars er nevndin íFøroyskum Miðlafólkum breitt samansett við fólkum úr øllum miðlaheiminum, taðveri seg úr almenna Kringvarpinum, privatu miðlunum og fríyrkisfólkum. Hesimanna nevndina í felagnum: 


Jón Brian Hvidtfeldt, formaður 

Øssur Winthereig, næstformaður 

Sólvit Nolsø, skrivari 

Uni Arge, nevndarlimur 

Beate L. Samuelsen, nevndarlimur 

Jógvan Hugo Gardar, tiltakslimur 

Jens Kristian Vang, tiltakslimur 


Nýggir limirkunnu tekna seg við at venda sær til formannin, jon@kvf.fo, ella onkran avhinum nevndarlimunum