Seta ið fløgan eitur, er eitt hugtakandi samstarv millum føroyska ljómliðið Yggdrasil og newzealendska tónleikaran og tónaskaldið Richard Nunns, sum júst er heiraður við ” Queens Service Medal” fyri sítt arbeiði, fyri at varveita Mäori siðbundna tónleikin og ljóðføri, kemur út á fløgu 17.juni.
Upptøkurnar av tónleikinum, ið tey kalla eksperimenterandi náttúrardjassur, fóru fram í fjør í Klæmintsgjógv á Heystoynni og í upptøkuhølunum hjá Jónas Bloch á Velbastað.
Richard Nunns spælir á ymisk slagverk, hetta verið seg ymiskar skeljar, goggur, steinar og ymsar floytur eftir mäoriskari siðvenju. Aldusuð, áartutl, vindur, steinaskvatl eru millum náttúruljóðini, ið saman við føroysku tónunum frá einum vælspælandi Yggdrasil, skapa eitt serligt “ljóð postkort” – Ein ljóðmynd av Føroyum við einum ísletti mäoriskum tónum.
Tónleikarar: Heðin Ziska Davidsen, Kristian Blak, Mikael Blak og Richard Nunns.
Ljóðbland: Heðin Ziska Davidsen og Jónas Bloch.
Náttúruljóðupptøkur: Helgi Jacobsen
Prýtt húsan: Phillippe Carré
Húsasniðgevi: Niels Arge Galán
Útgávudagin, mikudagin 17.juni kl.16.30 verður móttøka í Tutl – Føroyski tónleika depilin á Káta Horninum.
Øll eru hjartaliga vælkomin.
Nýggj barnafløga ”Barnahjartafløga” við Jensinu
Upptøkurnar og ljóðbland er liðugt, enn manglar einans húsin. So verður fløgan send til framleiðslu.
”Hettar er tann feitasta, skemtiligasta og hugnaligasta barnafløgan eg nakrantíð havi hoyrt” sigur Jensina Olsen sum í løtuni spælir á ”Indlandsfestivalen” í Svøríki, og greiðir víðari frá, at upptøkurnar hava gingið sera væl. Afturat sær, hevur hon góð fólk so sum Arnold Ludwig á bass, Pætur við Keldu á tangentum og Janus Kampmann á gittar.
Fløgan kemur út fríggjadagin 10.juli og verður tá móttøka í Tutl henda dag kl.15. Høvið verður at síggja Jensinu spæla á Barnafestivalinum sum Margarinfabrikkin skipar fyri 4.juli í Grasagarði.
Set HØGNA í rotatión á norskum radio!
Nordic Records, sum gevur HØGNI – haré! haré! út í Norra, hevur nú sent fyrstu
singluna út til miðlarnar í Norra. Talan er um lagið Soul Company, ið hevur ligið nr. 1 í Føroyum, og sum fyri tíðina er fremst á videosíðuni hjá Billboard.com.
Stuðli HØGNA við at atkvøða á heimasíðuni hjá P3 í Norra á hesi leinkjuni:
http://nrkp3.no/sjef/
Fyll út:
Artist: HOGNI
Låt: Soul Company
ORKA fær sera gott viðmæli frá víðagitnum Rolling Stones’ara
Víðagitni Rolling Stone Magazine journalisturin, David Fricke, nevnir ORKA millum síni yndis orkestur á SPOT festivalinum 2009.
http://www.youtube.com/watch?v=KD6ODOPoVAw tað byrjar við 2:26. minut.




