Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Føroysk rognkelsi við Kunoyarnes í eitt ár

Helgi Abrahamsen

”Rognkelsini hava víst seg at kunna vera ein týdningarmikil liður í eini ætlan at niðurberja lýs uttan kemisk evni.” Tað skrivar Bakkafrost á heimasíðu síni í morgun, nú eitt ár er liðið, síðani fyrstu føroysku rognkelsini vórðu sett út í aliøkinum við Kunoyarnes.

Í skrivinum stendur, at við betri vitan um lívfrøðina hjá rognkelsum og vitan um samanspælið ímillum laks og rognkelsi, ber til at menna hetta amboðið enn meira, og tað ætlar Bakkafrost at leggja seg eftir í tíðini sum kemur.

Rognkelsini við Kunoyarnes eru ald hjá Fiskaaling í Nesvík, og tey vórðu sett út í aliringarnar í apríl 2015.

”At seta rognkelsi í aliringar saman við laksinum krevur nakað av tillagingum, og tí hevur hendan útsetingin í fyrstu atløgu verið ein roynd, har endamálið er at síggja hvussu vit best leggja umstøðurnar til rættis, fyri at fáa tey at trívast saman við laksinum,” stendur í skrivinum frá Bakkafrosti.

”Vit hava millum annað ment vælegnaðar mannagongdir til útseting, funnið fram til hvørji skjól rognkelsini sýnast at trívast í, og sett í verk góðar mannagongdir við fóðring,” sigur Bakkafrost.

Hildið verður, at hesar fyrstu royndirnar við føroyskt aldum rognkelsum geva gott grundarlag at byggja víðari á.

Videolink

.