Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Føroysk skelti í Norðurírlandi

Jóhann Lützen

Fert tú ein biltúr til norðurírska býin Donaghadee, er ikki løgið, um tú følir teg heima. Tí í løtuni er býurin fullur av skeltum úr Føroyum, hóast frástøðurnar avgjørt ikki samsvara við veruleikan.

Í løtuni verður nevniliga upptikin ein ”føroysk” krimi í Norðurírlandi, og hóast filmsframleiðararnir eru sera varnir við at siga nakað sum helst, er tó likið út, at talan er um eina morðgátu, og at grindadráp hevur ein ella annan leiklut í filminum. Á myndunum í grein um málið sæst nevniliga ein mótmælisgonga við útlendskum aktivistum við skeltum.

Filmurin eitur ”The Dead from the Sea”, og umframt føroysk vegaskelti eru eisini íslendsk handilsskelti at síggja í filminum. Greitt er tó ikki, um filmurin skal eitast fyri at ganga fyri seg bæði í Íslandi og Føroyum, ella um filmsfólkini brúka tey í vón um, at hyggjararnir halda, at íslendskt og føroyskt eru eins.

 

Kelda (og fleiri myndir): Belfast Live.