Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Føroysk Træseglskip

Oliver Joensen

Nýtt felag er stovnað til frama fyri varðveitslu av gomlum skipum, navnið á felanum er “Føroysk Træsegskip”.

Endamálið við felagnum er at virka fyri, at eldri træseglskip – eldri enn 50 ár, – sum hava serstakt siðsøguligt eyðkenni og virði, og sum ætlanin er at sigla við í framtíðini – verða varðveitt. Hesi skip eru í veruleikanum sigsøguligi mentannararvurin hjá okkum, og eru flótandi fornminni fyri okkara samfelag sum fiskivinnutjóð, hvørs lívsgrundarlag hevur verið og framvegis er á sjónum.Felagið virkar fyri, at ung sum gomul læra at fremja góðan sjómansskap umborð á eldri træseglskipi, har dentur verður lagdur á gott viðlíkahald og góða kunning um trygd á sjónum. Felagið vegleiðir og stuðlar teimum limum, sum sjálvbodnir arbeiða við at varðveita eldri træseglskip, har umbyggingar eiga í mest møguligan mun at verða førdar aftur til tað upprunaliga og lúka krøv frá Føroya Skipaeftirliti. Dentur skal leggjast á, at tað er gott handverksarbeiði, sum gjørt verður. Felagið umboðar eldri føroysk træseglskip í málum, sum verða løgd fyri almennar føroyskar myndugleikar t.d. landsstýrið, løgtingið, kommunur og fornminnissøvn.Øll sum eiga gomul træseglskip, og øll sum hava áhuga fyri og sum vilja stuðla endamáli felagsins, kunnu gerast limir við at venda sær til ein av nevndarlimunum, limagjald er einki. Nevnder vald við 5 óløntumlimum:
Hans Eli Hansen, f.v. lærari, formaður
Gudmund Jacobsen, skipasmiðjustjóri, næstformaður
Jens Marius Poulsen, f.v. kommunustjóri, skrivari
Steinbjørn í Dali, stjóri
Sørin Pram Sørensen , verkfrøðingur

Vinarliga
Hans Eli Hansen