Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Føroysk undirklæði í bjargingarbátarnar

Hannefía Joensen

Næmingar úr HT3 flokkinum á Tekniska Skúla í Klaksvík vunnu European Business Game við forvitnisligum projekti.

Tað er ein sannroynd, at føroysk undirklæði eru sera væl egnaði í kulda, og harumframt eru tey eisini fjálg, sjálvt um ein fær ein karm.

Hetta hevur verið íblásturin til projektið, sum næmingarnir í HT3 flokkinum hava brúkt til teirra projekt, og so væl var fyrireikað, at teir vunnu kappingina í ár.

Á lítlari samkomu á Tekniska Skúla, segði Eyðgunn Samuelsen millum annað: “Við hesi verkætlanini hava tit víst kreativ evni og gott arbeiðislag. Tá tit løgdu fram í Norðurlandahúsinum og sóu út sum um tit ikki høvdu gjørt annað, so vóru vit bilsin og stolt av tykkum. Nú tit skulu til Skotlands at verja skúlan og Føroyar í europeisku finaluni, vara vit at ynskja tykkum góða eydnu og vóna at tit fáa eitt gott úrslit.”

Klæðini, sum næmingarnir hava latið framleitt, eru gjørd úr reinari føroyskari ull, sum er spunnin á Filana spinnarínum í Klaksvík.

Upplýst var, at í gummibjargingarbátunum er ídag eitt teppi, sum fólk kunnu ballað rundan um seg fyri at halda hitanum. Men næmingarnir í HT3 siga, at føroysku klæðini eru munandi betur og eisini lættari at handfara.

Um kostnaðin varð sagt, at teppi, sum ídag er í gummibátunum er dýrari enn føroysku klæðini kunnu framleiðast fyri.

Fyri at klæðini altíð skulu vera turr og ikki taka so nógv pláss í bátinum, so høvdu næmingarnir við í projektinum, at klæðini skuldu vacumpakkast. Á móttøkuni á Tekniska Skúla vóru klæðini sýnd fram og eisini var eitt sett sýnt fram, sum var pakka niður.

Norðlýsið fer eisini at ynskja næmingunum góða eydnu í Skotlandi.