25 ár eru nú liðin síðan byrjað varð við Føroyska arbeiðinum í Eliaskirkjuni. Arbeiðið byrjaði í 1980 við at nøkur lesandi komu saman til bíbliutímar í heimunum hjá hvør øðrum.
Føroyska arbeiðið í Eliaskirkjuni 25 ár
25 ár eru nú liðin síðan byrjað varð við Føroyska arbeiðinum í Eliaskirkjuni. Arbeiðið byrjaði í 1980 við at nøkur lesandi komu saman til bíbliutímar í heimunum hjá hvør øðrum. Árið eftir varð arbeiðið víðkað til eisini at umfata møti í Eliaskirkjuni annaðhvørt leygarkvøld og frá 1989 hevur møtið, sum er høvuðstiltakið, verið hvørt leygarkvøld.
Í 1992 var byrjað við sunnudagsskúla á Oyrasundskolleginum og umframt hetta verður eisini skipað fyri m.a. andaktum á Hotel Tórshavn, heystlegu og evnisdøgum. Eisini hevur arbeiðið eina heimasíðu har kunnað verður um arbeiðið og tey ymisku tiltøkini, sí www.eliaskirkjan.dk
Føðingardagurin verður hildin við veitslu fríggjakvøldið 7. oktobur kl.19.00 og einum møti leygarkvøldið 8. oktobur kl. 19.00.
Øll hesi árini hava nógvir føroyingar havt sína gongd í Eliaskirkjuni og á ymiskan hátt tikið lut í arbeiðinum. Vit vóna at síggja nógv av teimum aftur til hátíðarhaldið.
Tá matur er á skránni er neyðugt at tekna seg til veitsluna fríggjakvøldið við at senda teldubræv til pmo@glerfoss.com ella at ringja til Tlf. 32886907.
Føroyska arbeiðið í Eliaskirkjuni




