Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Føroyska arbeiðsmegin heimaftur

John William Joensen

Arbeiðsmarknaðurin, Búskaparráðið og onnur hava nú í eina tíð rópt varskó orsakað av, at vinnan hevur tørv á arbeiðsmegi.

Aksel V. Johannesen

Í hesum sambandi arbeiðir samgongan við at leggja eitt uppskot fyri Løgtingið um broytingar í útlendingalógini. Alt gott um tað! Tó er undranarvert, at samstundis sum okkum tørvar arbeiðsmegi og arbeitt verður við at fáa útlendska arbeiðsmegi til Føroya, eggjar okkara skattaskipan føroyingum at fara uttanlands at arbeiða.

Útlendsk arbeiðsmegi
Sagt verður, at vinnuni tørvar arbeiðsmegi, og at fleiri virki ikki koyra við fullari megi tí at arbeiðsmegi ikki er tøk. Hetta kostar uttan iva vinnuni milliónaupphæddir.

Hetta skapar ikki einans trupulleikar fyri vinnuna, men er eisini ein stór forðing fyri framhaldandi búskaparvøkstri og er somuleiðis ein fløskuhálsur, sum er við til at skapa óneyðuga inflatión. Tí er tað gleðiligt, at samgongan arbeiðir við at broyta útlendingalógina soleiðis, at tað verður lættari og smidligari at fáa útlendska arbeiðsmegi hendanvegin.

Tí er bert at vóna, at ein tílík broyting tekur hædd fyri, at útlendingurin fær somu rættindi og skyldur sum tann føroyski arbeiðstakarin, og at hann verður kunnaður væl og virðiliga um bæði síni rættindi og sínar skyldur.

Samtak hevur gjørt vart við, at tað er av stórum týdningi, at tann útlendska arbeiðsmegin ikki fær betri rættindi enn tann føroyski arbeiðarin. Eg taki undir við Samtak, at hetta er sera týdningarmikið. Tað er neyðugt, at samgongan fer varliga fram, soleiðis at ein útlendskur arbeiðari ikki fær betri sømdir enn tann føroyski, og at arbeiðsgevarin tískil fer at taka útlendingin fram um føroyingin, tá starvsfólk verða biðin at koma til arbeiðis. Tá fer tann føroyski arbeiðarin at standa eftir sum taparin, og tað man neyvan vera ætlanin!

Uttanlandsfrádráttur
Samstundis sum vinnan og arbeiðsmarknaðurin skríggja eftir arbeiðsmegi, og samgongan arbeiðir við at gera tað smidligari hjá útlendingum at koma til Føroya at arbeiða, so hava vit í Føroyum eina skipan um uttanlandsfrádrátt – ein skipan, sum beinleiðis eggjar føroyingum at fara uttanlands at arbeiða.

Skipanin við uttanlandsfrádrátti virkar soleiðis, at føroyingar, sum arbeiða uttanlands, fáa ein skattafrádrátt á 300 krónum um dagin hvønn dag, teir arbeiða uttanlands. Henda skipanin hevur sum beinleiðis endamál at eggja føroyingum at fara uttanlands at arbeiða.

Skipanin kom í gildi í 1993, tá kreppan leikaði á upp á tað harðasta, og vit høvdu eitt arbeiðsloysi á umleið 25%. Tí vóru grundgevingarnar tá góðar fyri einum uttanlandsfrádrátti. Uttanlandsfrádrátturin skuldi eggja arbeiðsleysum føroyingum at fara uttanlands at arbeiða og vinna pening. Hetta skuldi vera viðvirkandi til at minka um trýstið á Arbeiðsloysiskipanina.

Í dag er støðan ein onnur. Nærum onki arbeiðsloysi er, og vinnan hevur tørv á arbeiðsmegi. Tí tænir skipanin ikki longur sínum endamáli. Tvørtur ímóti er skipanin í dag við til at avskepla tann føroyska arbeiðsmarknaðin og er ein forðing fyri framhaldandi búskaparvøkstri.

Serstakliga eru tað nógvir handverkarar ið gera brúk av skipanini. Alt gott um tað! Tað er ongin ivi um, at tað er mennandi fyri føroyskt handverk, at handverkarar arbeiða uttanlands ávís tíðarskeið. Men tá handverksvinnuni tørvar arbeiðsmegi so hevur hetta við sær, at t.d. fólk sum skulu byggja nýggj hús skulu rinda ein stóran yvirprís, tí eftirspurningurin eftir handverkarum er nógv størri enn útboðið av handverkarum.

Tí kann tað undra, at skipanin framhaldandi er í gildi, og politikkararnir einans venda eygunum móti útlendskari arbeiðsmegi. Fyrst og fremst átti at verið eggjað føroyingum at arbeiða í Føroyum. Hetta verður ikki gjørt við at geva fólki 300 krónur dagliga í skattafrádrátti, um tey fara uttanlands at arbeiða.

Føroyska samfelagið hevur tørv á føroysku arbeiðsmegini. Tí er tað skilaleyst, at veita uttanlandsfrádrátt, soleiðis sum støðan er á arbeiðsmarknaðanum í dag. Skulu vit hava føroyingar, ið arbeiða uttanlands, heim at arbeiða, so er eitt týdningarmikið stig á vegnum at avtaka uttanlandsfrádráttin. Tess skjótari, tess betri!