Í Klaksvík eru grovir ælingar í løtuni og vindurin er hvassur, men tó er vantandi at næst seinasta umfar í formuladeildini verður leikt kl. 16 sum ætlað
Av Skála verður sagt at har er væl spælandi og somuleiðis á Toftum.
Á Sandi hava teir grovar ælingar, men sum støðan er í løtuni er hetta ikki ein forðing fyri at spælt verður.
Ov langt úti.
Nú nærkast novembermánaði og tað vanligt at uttandurða arbeiði og sýslir halda uppat.
Nú tvey umfør eru eftir av føroysku Formuladeildini, er eisini orkan og gleðin í fótbóltsspælinum – so sum so.
Seinastu tíðina hava menn gingið fjøllini og staðfestast kann at umstøðurnar eru ikki góðar at halda avgerðandi løturnar Formuladeildini hesa tíðina á árinum.
– Treyðugt so – tey sum halda við EB/STR eru spent og fara óiva mannsterk av húsum, men áhugin fyri fótbólti aðrastaðni – og harvið møguleiki fyri inntøkum til feløgini – má vera sera lítil.
Ein stórur stórur spurningur er um tað er grudarlag fyri einari langari føroyskar fótbóltskapping. Sum veðurgudarnir uppføra seg hesa tíðina á árinum er áhugin at standa úti kring leikvøllir, í oljuklæðum, hálvhosum, ullintum undirklæðum o.ø. neyvan verða serliga stórur.
Hæddarpunkti á landskappingini í fótbólti, druknar í ringum veðrið.
Ynski frá leiðsluni á Føroyska fótbóltslandsliðnum at hava eina langa landskapping – druknar í ódnarverðir og svíkjandi kappingarhugi.
Rættast er at stytta føroysku landskappingina – varðveita sama tal av dystum – men spælast skal oftari.




