Hondbóltur, Keypmannahavn: Ongantíð áður eru menninir hjá besta mansliðnum hjá ÍF Føroyum komnir so langt í eini steypakapping sum í ár. Teir eru nú í 6. umfari í steypakappingini og vinna teir dystin í dag eru 1/8-finalurnar veruleiki, har møguleiki at møta teimum heilt stóru.

Mótstøðuliðið í dag er Team Sydhavsøerne, sum endaði nummar sjey í 1. deild. Í marsmánaða sendi ÍF Føroyar Høj, sum endaði 5 stig aftanfyri Team Sydhavsøerne í 1. deild, út úr steypakappingini.
ÍF Føroyar flutti fyri stuttum upp í 3. deild og skal spælir so statt har komandi kappingarár.
Áhugin fyri steypadystinum er stórur, serliga millum føroyskar útisetar í Keypmannahavn. Og føroyski útisetaportalurin, foroyar.dk, ger nógv burturúr degnum. Heimasíðan fer nevnilig at stroyma beinleiðis frá dystinum. – So føroyingar heima á klettunum hava góðan møguleika at fylgja dystinum.
Norðlýsið verður sum vera mann eisini á staðnum.
Dysturin byrjar klokkan 14.00 – føroyska tíð.