Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Føroyska sambandið við heimin kring okkum

Norðoya- og Eysturoya tjóðveldisfelag

Norðoya- og Eysturoya tjóðveldisfelag skipa fyri tiltaki í Miðhøllini á Skúlatrøð hósdagin 14. sept kl. 19

Leikluturin hjá Føroyum í uttanríkispolitikki hevur søguliga í stóran mun snúð seg um fiskiveiðiavtalur.

Uttanríkispolitikkur hevur fingið tyngri dám, nú støðan millum Russland og vesturheimin eftir 30 ár aftur spennist.

Vit hava í hesum sambandi – í størri mun enn áður – eisini onnur atlit at viga uttanríkispolitisk, tí vit vilja og krevja at vit taka avgerðir fyri Føroyar.

Hvar eru Føroyar í økta spenninginum?

ES-londini øðrumegin, sum settu eitt munandi boykott í verk ímóti Føroyum fyri 10 árum síðani, og Russland, sum leyp á evropeiska grannalandið Ukreina í fjør.

Føroyar hava sett tiltøk í verk eins og USA, Stórabretland og londini í Evropa hava gjørt.

Um stutta tíð skal støða takast til árliga umbýtið av kvotum við Russland.

Hvørja ávirkan hevur uttanríkispolitikkurin á viðurskiftini millum okkum og okkara samstarvstjóðir viðvíkjandi fiskivinnu, handilspolitikk og verjupolitikk.

Høgni Hoydal, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum:
Um málini og leiklutin hjá Føroyum í heiminum handil- og verjupolitiskt.

Dennis Holm, landsstýrismaður í fiskivinnumálum:
– Um tilgongdina við fiskuvinnuavtalum og atlit í hesum sambandi.

Høvi verður at seta spurningar.
Norðoya- og Eysturoya tjóðveldisfelag skipa fyri, og miðað verður eftir, at tiltakið er liðugt kl 21.00