Í viðmerking frá Mariu Damanaki, ES kommiseri í fiskivinnumálum, fegnast hon um at strandalondini nú ætla at stovnseta eitt vísundaligt grundarlag, sum skal verða grundarlag fyri framtíðar bítinum av norðhavssild. Samstundis staðfestir hon at føroyingar ikki ætla at broyta kós og tí verður handilsstongsulin varðveittur.
Í viðmerking, frá Mariu Damanaki, ES kommiseri í fiskivinnumálum, fegnast hon um at strandalondini nú ætla at stovnseta eitt vísundaligt grundarlag, sum skal verða grundarlag fyri framtíðar bítinum av norðhavssild. Samstundis staðfestir hon at føroyingar ikki ætla at broyta kós og tí verður handilsstongsulin varðveittur.
– Kommissiónin staðfestir at viðvíkjandi samráðingum og avgerðum um býti av kvotum kann hetta einans byggja á sunna og gjøgnum hugsað vísund har sum allir kendir faktorar verða tiknir við.
– Men broytingar kunnu einans koma uppá tal tá vitan og upplýsingar eru savna á ein opnan máta sum allir partar hava innlit í.
Harmast um tvøra føroyska lindi
Maria Damanaki sigur at hóast hesa positivu útmelding frá strandalandasamráðingunum í London so harmast hon Føroysku støðuna.
– Eg harmist enn meira at Føroyar longu við byrjan av hesum fiskiárinum hava tikið egna støðu um at taka seg burtur úr strandalanda avtaluni og meira enn trý falda egnu kvotur av norðhavssild.
– Hendan støðan er í beinleiðis andsøgn til ynski úr Føroyum um at nú skal býti byggja á eina vísundaliga meting. Føroyska støðan er ein beinleiðis hóttan móti sildastovninum sum frammanundan er ov hart troyttur.
– Kommisjónin er opin fyri einum konstruktivum uppskotið úr Føroyum – um tað skuldi komi – hvussu vit kunnu loysa verandi støðu.
– Kommisjónin harmast um at Føroyar hava ikki brúkt hetta høvi at broyta hugburð og steðga ovurfiskiskapinum.




