Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Føroyska tjóðin á krossferð móti ES beistinum

John William Joensen

Eftir sera áhugarverdu samrøðuna sum Jan Lamhauge, í Kringvarp Føroya, hevði við Damanaki í kvøld, er greitt at støðan í strandalanda samráðingunum er fullkomiliga fastlæst og at ES kanska longu næsta ár ferð at herða tiltøkini móti Føroyum. Í viðmerkingum í sosialu miðlunum eftir samrøðuna eru fleiri politikarar og embætisfólk samd um at Maria Damanaki skilti einki og visti einki! Hetta er nyttuligt til lítið. Maria Damanaki er ein persónur sum hevur stórt vald og hon hevur víst at hon vil ganga langt fyri at verja ES áhugamál .

Eftir sera áhugarverdu samrøðuna sum Jan Lamhauge, í Kringvarp Føroya, hevði við Damanaki í kvøld er greitt at støðan í strandalanda samráðingunum er fullkomiliga fastlæst og at ES kanska longu næsta ár ferð at herða tiltøkini móti Føroyum. Í viðmerkingum í sosialu miðlunum eftir samrøðuna eru fleiri politikarar og embætisfólk samd um at Maria Damanaki skilti einki og visti einki! Hetta er nyttuligt til lítið. Maria Damanaki er ein persónur sum hevur stórt vald og hon hevur víst at hon vil ganga langt fyri at verja ES áhugamál . 

Fyri ein ES kommiser var hon faktist sera bersøgin og okkara tulking er at hon nú er til reiðara at herða tiltøkini móti Føroyum – og tað hevur politiska skipanin fulla ábyrgd av. Av royndum vita vit at politiska skipanin og embætisfólk roknaðu ongantíð við at ES tiltøk fóru at gerast veruleiki. Nú eru vit endað í eini støðu sum er fullkomiliga fastlæst og tí er trupult hjá Føroyum, ES og Norra at slaka.

Vísindaliga grundstøði sum nú verður tosað so nógv um verður undir øllum førum tulka ymiskt og tí er spurningurin um hetta ferð at broyta nakað.

Støðan í samband við føroyska sildafiskiskapin er ein søga har politiska skipanin hevur valt at lata eyguni aftur fyri tí sjálvsøgdu meginreglu – at tilfeingið eigur at verða gagnnýtt á besta hátt. Fleiri dømi eru um skip sum fiskað við undirskoti har enntá heilar manningar fáa minstuløn. Men so leingið peningur streymar til landskassan og politikarar dansa um gullkálvin ferð politiska skipanin neyvan at broyta kós. So leingi sum vín og øl er til at halda dansin gangandi er trupult at fáa eygað á nakran politikara sum torir at brúka vit og skil.

Tað tykist sum føroyskir politikarar eru samdir um einki at siga ella síggja – tí vit eru á krossferð móti tí ræðuliga ES “beistinum” og so leingi sum føroyingar hava ein felags fígginda – standa vit jú saman sum ein tjóð.

Í meðan síggja vit skip sigla inn av feltinum við vøru sum verður seld fyri minni enn tvær krónur har helvtin av veiðuni endar í landskassanum – samstundis sum onnur skip ið hava baði umstøður og møguleikar sleppa ikki at framleiða til besta prís sum er eini 700% hægri enn hvar onnur skip fáa fyri sama tilfeingið. Alt hetta verður tolirera – tí sum sagt verður – hetta snýr seg um okkara tjóðar rættindi og rættin at ráða yvir egnum tilfeingi.