Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Føroyski bústaðarpakkin – mundandi størri enn danski hjálparpakkin

John William Joensen

Í gjár boðaði løgmaður, vegna landsstýri, frá einum bústaðarpakka, sum er mundandi størri enn hjálparpakkin sum danska stjørnin fyri stuttum setti í verk

Føroyar er partur av báðum bankapakkunum sum danska stjørnin hevur sett í verk og fyri stuttum setti danska stjørnin ein sokallaðna Forårspakka í gildið – fyri at seta gongd á byggivinnuna við eini renoverings-pulju uppá 1,5 milliard krónur.

Í gjár boðaði løgmaður frá at landsstýrið hevur nú lagt ein sokallaðan bústaðarpakka fyri løgtingið har m.a. 100 mill. Kr. eru settar av til bjálvingarstuðul umframt stórar játtanir til onnur endamál.

Í veruleikanum er talan um eitt stórt frambrot tí umroknað vit danska ”bústaðarpakkan” um til Føroysk viðurskifti so svarar hann til einar 12 til 15 milliónir krónur.

Landsstýriskvinnan sera væl nøgd
Rósa Samuelsen sigur at mánadagin fer hon at almannakunngerða eina meira nagreiniliga útgreining av bústaðarpakkanum men hon ivast ikki í at hetta er størsta framstig sum hevur verið innan føroyska bústaðarmarknaðin.

– Talan er um fimm lógaruppskot sum verða løgd fyri tingið týsdagin og m.a. er talan um rentustuðul til lutaíbúðir og afturbering av MVG til feløg, serligar íbúðir og einkultpersónar.

– Bústaðrpakkin er størsta frambrot á føroyska bústaðarmarknaðinum í ára tíggjur og nú verður m.a. møguligt at fáa rentustuðul og afturbering av MVG til eldraíbúðir sum tit í Klaksvík m.a. kenna frá eldraíbúðunum á Heygnum.
 
– Lutaíbúðalógin ger tað møguligt at fyriskipa bygging av lutaíbúðum í Føroyum. Ásetingar í lógini gera tað eisini møguligt at skipa vardar bústaðir til fólk við serligum tørvi, sum skulu skipast sum serstøk lutaíbúðarfeløg.

– Leigulógin skal regulera leigumarknaðin og setir minstukrøv til leigusáttmálar fyri at tryggja rættindi hjá leigara og útleigara. Málið er at eggja fólki at leiga út og harvið økja um útboðið á leigumarknaðinum.

– Broytingarnar í skattalóggávuni innibera m.a., at lutaíbúðarfeløg verða javnstillað við privatpersónar, sum byggja sær hús, viðvíkjandi MVG-endurgjaldi og rentustuðli

Harleywoodpaint