Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Føroyski villaksurin helst komin í bland við annan størri laks

Oliver Joensen

Nógv verður gitt, millum sílaveiðumenn, í hesum døgum, um laksin, sum ikki kom aftur og um sílini sum hvurvu. Á beinkinum í Saksun sita teir tó trúliga og bíða..

Tað heldur Dia Jacobsen av Leynunum, ið hevur fylgt kynsbótararbeiðinum hjá Sílaveiðufelagnum í mong ár.

Føroyskir sílaveiðumenn hava í fleiri ár undrast á, at laksurin, ið plagdi koma í áirnar seinast í juni fyrst í juli, er komin seinni og seinni í áirnar á hvørjum ári.

Vanligt varð, sigur Dia Jacobsen, at háárstíð fyri laksafiskaríið var um Ólavsøkutíð, men enn, nú vit hava 20. August, er lítið og onki av laksi komið í føroysku áirnar. Vit hava havt eina fellu her við laksateljaran í Leynum, at fanga laks at strúka, sum er á veg niðan á Leynavatn. Men tað hevur verið so lítið sum komið er aftur, at vit hava avgjørt at slept tí á vatnið. Eini 40 laksar eru komnir niðan, sambart teljaranum, tað er alt.

Í Saksun er sama skilið, um ikki verri. Norðlýsið var við Leynavatn í gjár og fregnaðist eitt sindur um laks. Menn sótu har so hugagóðir við tráðuni, men teir vitstu ikki um nakran laks sum var fingin á vatninum í ár. Tó, tað hoyrdist at ein skuldi vera fingin í ánni niðanfyri vatnið ella á Pollinum, men tað fingu vit ikki váttað.

Kanska bland komið í

Dia Jacobsen úr Leynunum heldur, at tað er ilt at vita hvør orsøkin er til skeivu gongina. Sum skilst, so er støðan hjá villaksinum í Noregi líknandi tí føroysku.

Vit hava hildið, at vit kanska hava sett ov tíðliga út um várið. Hesi árini frammanundan hava vit sett út í apríl mánaða og tað hava vit hildið nú verið ov tíðliga, tí ov nógv fer í avstøðu uppi í áunum aðrenn tað kemur oman.

Í ár hava vit so roynt at seta út seinni, vit hava sett út í mai-juni. Eftir at eg havi fylgt eitt sindur við hvat kemur oman, so havi eg sæ nógv meira farið oman á sjógv, so eg rokni við at meira kemur aftur næsta ár.

Hinvegin, so sær út til, at tað er komið bland í villaksin, ið vit av fyrstan tíð fingu úr Íslandi. Tá vit settu út á fyrstan tíð fyri nógvum árum síðani, var tað lítið laksaslag vit fingu. Hesir laksarnir vigaðu eini 2-3 kilo, tað er laksur, sum hóskar seg best at fiska á vøtnum. Størri laksurin hevur heilt annað lívsmynstur og hann er betur egnaður at fiska í stóru áunum.

Sílaaling setti nógvan stóran laks út á sjógv sum eina roynd, og vit halda kanska at bland er komið í stammuna, soleiðis at vit nú hava fingið eitt slag, ið ikki er so væl egnað til vøtnini hjá okkum.

Egg úr Íslandi

Nú er so ætlanin at gera eina roynd at fáa eina nýggja stammu av laksi til føroysku vøtnini. Sílaveiðufelagið hevur fingið loyvi at fáa egg sum eru komin í eygað úr Íslandi, og ætlanin er nú í samráð við íslendingar at útvega okkum hesi eggini og royna at byrja kynsbótararbeiðið av nýggjum, sigur Dia Jacobsen í telefonini við Norðlýsið.

Sílini nærum horvin

Sílafiskarar, ið hava fiska við strendurnar í vetur siga, at tað vóru nógv góð stór síl at faa í vetur. Bæði á Leynasandi, Saksun og Vestmanna fingust nógv stór og góð sjósíl. Eisini eitt nú í Elduvík og Oyndafirði. Men nú í einar tveir mánaðar hevur lítið og onki verið at sæð á sjónum.

Vit vóru í Vestmanna í gjárkvøldið, har sóu vit ein laks fyri umleið eini viku síðani, men onki síl er at síggja á sjónum har. Tað sama er galdandi fyri turbinina á Eiði. Har plagdi laksur altíð at koma inn áðrenn nakað kom niðan í Leynum og Saksun, men har hevur onki verið at sæð, í hvussu so er onki í mun til árini frammanundan og sílini eru heldur ikki til har.

Sílaveiðumenn siga tað sama um síl og laks í Norðoyggjum.

”Vit plaga altíð at síggja laks leypa norðanfyri byrgingina í Havnnasundi og í Árnafirði hesa tíðina, men hóast nógv hevur verið hugt, so hevur næstan onki verið at sæð” , segði sílaveiðumaður úr Norðoyggjum.

Í hesum døgum sýnist nógv vera annarleiðis í havinum kring um okkum. Dia Jacobsen, sum í nógv ár hevur fylgt gongdini við laksinum á Leynarvatni hevur ymisk boð uppá hvat orsøkin kann vera. Sílaveiðumenn skilja ikki hvat hendur við sjósílunum kring Føroyar, vanliga plaga tey at blíva burtur aftaná fyrsta stóra áarføri um várið, men nú hava sílini at kalla verið burtur í umleið tveir mánaðar og hóast vit skriva 20, august ídag, so er at kalla ongin laksur komin niðan á vøtnini, og hann sæst heldur ikki á firðum og sundum. – Alin, kynsbótararbeiði og eisini makrelurin hevur verið ímillum gitini hjá sílaveiðumonnum – allir sýnast standa spyrjandi.