Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Føroyskir bólkar á Summar Festivalin

John William Joensen

Deja Vu, Brandur Enni og Ung Stjørnuskot fara at spæla á Summar Festivalinum í august

Summar Festivalurin hevur í dag lagt trý føroysk nøvn afturat skránni hjá sær, sum í atkvøðugreiðslu hjá Vikublaðnum verður mett sum tann besta á ársins festivalum.
Føroyskir bólkar hava seinastu árini havt sera góðar framførslur á Summar Festivalinum, og fyrireikararnir leggja stóran dent á at fáa góðan føroyskan tónleik á festivalin eisini.
Fleiri føroyskl nøvn eru longu kunngjørd, og nú er eisini greitt, at Deja Vu, Brandur og Ung Stjørnuskot fara at syngja og spæla á Summar Festivalinum í august.

Deja Vu
Deja Vu hevur seinastu sjey árini verið ein virkin bólkur í føroyskum tónleiki. Bólkurin spælir sveimandi popprock, løgini eru fangandi, og á palli er bólkurin altíð eitt gott upplivilsi.
Deja Vu hevur útgivið fløguna A Place To Stand On, og her er talan um eitt framúr gott og flott tónleikaverk. Tað vakti ikki minst ans, at saman við fløguni var ein lítil bók við 156 síðum, har tað veruliga var gjørt nógv burturúr við góðum myndum.
Deja Vu verður sett í samband við dygdargóðan tónleik, og teir hava eisini staðið seg væl í føroyskum tónleikakapping. Teir hava verið næstfremstir í Prix Føroyum, og teir vunnið kappingina Global Battle of the Bands í fjør.
Í ár fer Deja Vu at spæla á Summar Festivalinum fyri fyrstu ferð.

Brandur
Tað eru longu liðin fleiri ár, síðani 18 ára gamli Brandur Enni gjørdist landskendur sum poppsangari. Sum ungur tannáringur sang hann seg inn í hjørtuni á føroyingum – fyrst við barnasangum hjá Kulum Rótum og seinni sum solistur við væl framleiddum popptónleiki.
Brandur hevur ferðast nógv uttanlands við sínum tónleiki, og allastaðni hevur hann vunnið nýggjar fjepparar við sínum góðu framførslum.
Seinnu árini hevur Brandur lagt seg alt meira eftir at skriva egnar sangir og framføra teir á konsertum og festivalum. Ein av teimum royndu føroysku poppkomponistunum hevur kallað Brand tann mest lovandi unga popptónasmiðjin í føroyskum tónleiki.
Brandur hevur áður havt framførslur á Summar Festivalinum, og nú hann vitjar aftur verður tað við nýggjum, frálíkum poppsangum, sum hann hevur skrivað sjálvur og saman við øðrum.

Ung Stjørnuskot
Tað er einki at ivast í, at onkur komandi stjørna í føroyskum tónleiki syngur við í Ung Stjørnuskot, sum er eitt ungdómskór við umleið 30 sangarum.
Millum tey, sum syngja i kórinum, eru summi, sum longu hava verið frammi í eitt nú sangleikunum Jósef og Fame, og onkur av hesum syngur eisini solo í kórinum.
Saman við teimum dugnaligu ungu sangarunum eru eisini góðir tónleikarar, sum taka sær av at spæla undir til sangirar, sum telja alt frá popp til gospel.
Ung Stjørnuskot duga væl at framføra á palli, og tað verður spennandi at hoyra tey syngja til Føroya størsta festival í august mánaði.