Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Føroyskir DIS-arar komnir í kløtur av nýggju pensjónslógini

leivur hansen

Føroyingar, ið sigla undir donsku DIS-skipanini, eru komnir meira ella minni í kløtur av nýggju føroysku pensjónslógini, ið kom í gildi 1. januar í ár.

Føroyingar, ið sigla undir donsku DIS-skipanini, eru komnir meira ella minni í kløtur av nýggju føroysku pensjónslógini, ið kom í gildi 1. januar í ár.

Orsøkin er, at arbeiðsgevarar teirra í Danmark eftir krøvum frá føroysku skattamyndugleikunum skulu skjalprógva, at føroysku DIS-ararnir – umframt at vera undir donsku skatta- og pensjónsskipanini – eisini lúka krøvini í føroysku pensjónslógini.

Donsku arbeiðsgevararnir vilja tó treyðugt ganga hesum kravi á møti, lutvíst tí at tað krevur ov nógva umsitingarliga tíð og orku, og lutvíst tí, at teir bert meta seg standa til svars mótvegis donsku lóggávuni – og ikki eisini teirri føroysku.

Velja føroyingar frá

Úrslitið av hesum kann í ringasta føri verða, at føroyingar verða valdir frá á danska arbeiðsmarknaðinum ella at teir noyðast at flyta til Danmarkar fyri at sleppa burturúr hesi fløkjuni.

Hesi døpru útlitini komu fram á limafundi, sum felagið hjá føroyingum í starvi uttanlands, Antares, skipaði fyri á Østrøm í Havn í gjár.

Høvuðsendamálið við fundinum var at kunna limirnar, ið hava eftirløn hjá PFA Pension í Danmark, um nýggju PLUS-skipanina, sum kom í gildi 1. juni.

Í hesum sambandi var kundastjórin hjá PFA Pension, Jens Nordentoft, komin til Føroya at greiða frá og svara spurningum frá føroysku limunum.

Fundur við Fíggjarmálaráðið og Taks útsettur

Ein stórur partur av tí umleið tríggjar tíma langa, lívliga fundinum – har stívliga hálvthundrað fundarluttakarar, harímillum eisini umboð fyri TAKS og LÍV, vóru við – fór tó til at umrøða tvídráttin millum føroysku skattamyndugleikarnar og arbeiðsgevararnar hjá føroyingum á danska arbeiðsmarknaðinum.

Hóast tað burturav er ein politisk uppgáva at fáa greitt henda trupulleika, hevur PFA Pension kortini biðið um fund við Fíggjarmálaráðið og Taks, í eini roynd at hjálpa sakleysu føroysku limum sínum á danska arbeiðsmarknaðinum burturúr fløkjuni, teir eru komnir í.

Hesin fundur skuldi eftir ætlan havt verið mikudagin, har umboð fyri FMR og Taks skuldu verða við, men er hann ístaðin útsettur til í september, vegna tað at ongin frá Antares kundi møta á fundinum.

Vónir um eina loysn

Kundastjórin í PFA Pension segði seg hava álit á, at tað fer at eydnast at fáa eina skilagóða loysn av málinum.

-Íkast tykkara til føroyska samfelagið er jú somikið stórt, at tað illa ber til at ímynda sær annað enn, at politiskur vilji er til at fáa loyst hesi viðurskifti, segði Jens Nordentoft. Tí trúgvi eg eisini uppá eina loysn, legði hann aftrat.

-Spyrst onki burturúr, so kunnu vit altíð ugga okkum við, at andstøðan hevur lovað at broyta pensjónslógina aftur, fær hon valdið eftir næsta løgtingsval, helt ein áhoyrari skemtandi fyri.

Sambært eini uppgerð hjá Fíggjarmálaráðnum kemur meira enn ein miljard av inntøkunum hjá føroyska samfelagnum frá føroyingum, ið starvast uttanlands. Hetta svarar til 7 % av bruttotjóðarúrtøkuni (BTÚ).

Í løtuni eru tað 567 limir í Antares, og leggjast nýggjir afturat hvørja viku.

www.antares.fo / leivur hansen