Harleywoodpaint
Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Føroyskir myndugleikar ikki tiknir uppá ráð

John William Joensen

Hóast landsstýriskvinnan hevur verið vitandi um at arbeitt hevur verið við broytingum innan løgregluna í Føroyum, hava føroyskir myndugleikar ikki luttikið í arbeiðinum. Umframt at sýslumannsembæti verða niðurløgd skal alt vaktarhald uttan fyri vanliga arbeiðstíð verða út frá politistøðini í Havn

Í skrivligum svarið uppá fyrispurning hjá Høgna Hoydal, sum er á skránni fyri tingfundin týsdagin, sigur Annika Olsen, landsstýriskvinna í Innlendismálum, at fyrstuferð fútin kunnaði um ætlaðu broytingarnar var í februar 2009.

Ikki fyrr enn eftir drúgva blaðskriving – serliga her á nordlysid.fo – kunnar fútin landsstýriskvinnuna um høvuðstættirnar í broytignunum á einum fundi – sum verður fyriskipaður í skundi í mars 2009.

Tá lovar Fútin sambært landsstýriskvinnuni at einki verður sett í verk fyrr enn landsstýrið er kunnað.

Vónar at Fútin kunnar
Landsstýriskvinnan vísir í svarið sínum á, at tað eru danskir myndugleikar, sum hava málsræði á økinum og at higartil hevur eingin siðvenja verið um at føroyskir myndugleikar hava verið kunnaðir um broytingar í politinum.

MEN landsstýriskvinnan heldur ”…at tað hevði verið skilagott og ynskiligt, at føroyskir myndugleikar eisini vóru tikni við og í øllum førum hoyrdir….” stendur m.a. í svarinum frá Anniku Olsen.

Í svarinum til Høgna Hoydal, sigur landsstýriskvinnan í Innlendismálum at hon onga ávirkan hevur á ætlaðu broytingarnar hjá Fútanum og heitir tí á tingmannin um at spyrja ríkisumboðsmannin????

Sambært landsstýriskvinnuni hevur Fútin sagt at tað verða trý politiøkir í landinum og ein vaktarstøð.

Harleywoodpaint