Mánadagin 26.05, fóru 9 mans til Akureyrar at fisk síl. Teir flestu okkara hava gjørt túrin áður, hetta er nevniliga beint undan at íslendska laksaárstíðin byrjar.
Túrurin hevur gingið av tí allar besta. Veðrið var av tí allarbesta tá vit fóru úr Føroyum, veðrið var sum á Leynavatni. Føroyskt toymi av arbeiðisfólki til Ástjørn vóru við á ferðini, eins og Eysturoyar Dansifelag var við á túrinum.
Vit sílafiskararnir høvdu tríggjar bilar við okkum, og eftir at hava sóttreinsað tráður og útgerð á Seyðisfirði, settu vit á at koyra til Akureyrar. Vit vóru leysir umj 11 tíðina týsdagin. Vit løgdu á at fiska við tað sama. Vit fiskaðu á Ljósavatni og Vestmansvatni og vóru tí ikki frammi í íbúðini vit høvdu leigað í miðbýnum á Akureyri fyrr enn um áttatíðina á kvøldi.
Á ferðini hertil fingu vit trupulleikar við tí eina bilinum, og tá var ótrúliga heppið at íslendingurin Eirikur Ingvardsson, sum hevur búð í Føroyum síðani 1967 var við okkum. Hann fekk avtalað við beiggja sín, at vit fingu stóran jeep frá honum, og beiggin tók okkara ístaðin og koyrdi hann á verkstað mikudagin. Hetta hevði við sær, at vit kundu fara frá húsum longu klokkan 7 mikumorgunin til Litlaá, sum liggur tætt við Ástjørn ella Ásbyrgi. Koyritúrurin tók góðar tveir túmar.
Vit høvdu frammanundan greitt okkum fiskipláss í Lítlaá, men skipanin segði, at bert fýra tráður kundu vera har í senn, og tí var avrátt at vit skuldu sova á leguhúsunum við Ástjørn. Sum sagt so vóru vit nýggju mans, fýra fóru í ánna at fiska og ein fiskaði í Skjáltavatni, ið er beint við. Vit, Oliver, Eirikur og Ásmundur fóru til Hraunhafnarvatn á Meirakkaslettu, sum er norðanfyri Raufarhøfn, einar 150 kilometrar a koyra afturat eitt av norðastu plássunum á Íslandi. Her vóru trý vøtn sum vit vitjaðu, tað gav ikki nógv, vit fingu bert eina bleikju á sjónum. Hinvegin so var tað ein náttúruuppliving av teim heilt stóru. Teir, sum høvdu verið í Lítlá hendan dagin høvdu fingið eini 15 síl hendan dagin. Ætlanin var so at vit skuldu í ánna hósdagin, imeðan hinir skuldu longu leiðuna norður hagar sum vit høvdu verið. Men av tí at vit onki fingu hendan dagin, blivu vit allir við Lítlaá hósdagin. Vi fýra í sjálvari ánni og hinir við Sjáltavatn og heilt niðri í ósanum har teir royndu eftir sjósílum. Hósdagin fingu vit umleið 20 síl. Sílini eru stór, tey 20 vit tóku lógu frá 45 centimetrum og uppeftir, tað stórsta vit tóku var 68 og ein bleikja sum var 58.
Vit høvdu avrátt at sova á Áustjørn hesa náttina, en orsakað av at bróður Eiriks ringdi og segði at bilurin hjá okkum var klárur, gjørdu eg og Ásmund av at koyra aftur til Akureiri at bíta um bilar aftur. Vit vóru moyrir tá vit komu í íbúðina, um 10 tíðina á kvøldi, eftir at hava koyrt einar seks tímar út í eitt hendan dagin, umframt at vit høvdu fiska í nógvar tímar á norðursíðuni av Íslandi. Vit kundu tó ikki leggja okkum á løtu síðu tí vit skuldu fiska í Lítlaá morgunin eftir, so upp kl. seks og aftur at koyra einar 150 kilometrar. Men vit høvdu havt ein fínan dag, sólin hevur bakað niður her hvønn dag síðani vit komu, so allir menninir hava fingið lit í andlitið.
Fríggjadagurin hevur verið ein lítil frídagur, vit svóu leingi ímorgun til umleið 9 tíðina, fóru í býin at hyggja okkum um, men tá miðdagurin var farin framvið kundu vit ikki halda okkum longur. Summir koyrdu til eina sandstrond nær her vit búgva við eina bygd, ið kallast Gásir ímeðan aðrir fóru onkran annan veg. Vit fingu 10 bleikjur ídag á sjónum, tær máldu allar um 50 sentimetrar ímeðan hinir fingu 9 síl.
Í kvøld hevur Eirikur Ingvardsson borðreitt við bleikjum eftir uppskrift frá mammu síni. Bleikjurnar blivu kókaðar, tí Eirikur sigur, at man skal ikki oyðileggja kjøtsmakkin við at blandað steikismakkin uppí. Góður fiskur skal kókast, sigur Eirikur. Og tað smakkaði skulu vi heilsa og siga. Sum rosinan í pylsuendanum bakað Charles J. Olsen, ein av okkara, køku í kvøld og hon slóð sanniliga ikki falska mentan. Ímorgin er so ætlanin at vit skulu í Hópin at fiska tætt við bygdina Blønduós á Húnafjørði.
Vit sum við í ferðalagnum eru, Josias Jacobsen, Høgni Høgnesen, Maller Jacobsen, Charles J. Olsen, Jógvan Johannesen og sonurin Christian Johannesen, Oliver Joensen, Ásmundu Joensen og Eirikur Einarsson.




