Amerikanskur Landsrættur var ikki í iva tá felagsskapurin Sea Shepherd í februar 2013 var dømdur fyri sjórænara virksemið. Men hetta rínir ikki við tí felagskapurin er stoltur av sínum avrikum. Á skipssíðuni á Steve Irving, eitt av skipunum hjá felagsskapinum, reypar felagsskapurin við at hava søkt ikki færri enn 10 skip sum veiddu hval.
Amerikanskur Landsrættur var ikki í iva tá felagsskapurin Sea Shepherd í februar 2013 var dømdur fyri sjórænara virksemið. Men hetta rínir ikki við tí felagskapurin er stoltur av sínum avrikum. Á skipssíðuni á Steve Irving, eitt av skipunum hjá felagsskapinum, reypar felagsskapurin við at hava søkt ikki færri enn 10 skip sum veiddu hval.
Føroyskir myndugleikar hava loyvt Sea Shepherd at flyta fólk og útgerð til landið og Sea Shepherd hevur boða frá at tey fara at gera alt fyri at steðga føroyska grindadrápinum.
Í Føroyum sigur politiið at ein uppgáva hjá teimum er at verja Sea Shepherd felagsskapin soleiðis at tey kunnu brúka teirra grundlógar tryggjaðu rættindi at mótmæla grindadrápið í Føroyum – hóast politiið veit at ógvusligt rok kann standast av hesum.
Kendur havnamaður, sum vil hava frítt porno, strepteese og o.a. í Føroyum, hevur sagt alment at sjónarmiðini hjá Sea Shepherd ljóða áhugaverd og at hann í stóran mun er samdur við teimum og hevur sagt at føroyingar eiga at gevast at brúka hendan partin av okkara ríka tilfeingið.
Greiður dómur
Í samband við at Sea Shepherd sókti at japanskum hvalafangarum í Suður Íshavinum stevndi japanska felagið og dómurin var ikki til at misskilja.
Sea Shepherd var dømt fyri at verða sjórænarar og fekk boð frá dómstólinum um at halda seg burtur frá japansku hvalafanegarunum.
Í niðurstøðuni sum er 18 síður segði landsrættar formaðurin, Alex Kozinski ”US Circuit Court of Appeals” :
” Óneyðugt er at hava træbein og klap fyri eygað tá tú við vilja siglur á onnur skip, kastar heimagjørdar bumbur við eiturevnum, sleppur línur við jarnveiðri fyri at skaða róður og skrúvur, skjýtur við roykbumbum neyðblussum og raktetum, kastar línur net og krókar eftir øðrum skipum og við serliga sterkum lazarljósi blendar skip, – tá er eingin í iva um at tú sambært lóg er sjórænari líkamikið um tú persónliga heldur teg tæna einum hægri endamálið.”
At myndugleikarnir loyva umboðum fyri hendan harðrenda felagsskap at koma inn í landið enntá við útgerð til at fyrireika og gera atsókn at føroyskari mentan og fólkalívi kann ikki góðtakast. Tað eigur at fáa fylgir fyri tey sum hava ábyrgd av at vit í dag kenna okkum at verða hersett í egnum landið. At somu myndugleikar biðja fólk um ikki at leypa framav, tá tey møta hesum svørtklæddu fólkum og bilafylgjum við sjórænarafløggum við hóttandi atferð ferðast kring landið – er ikki nóg gott! Vit krevja at myndugleikarnir liva upp til tað ábyrgd sum latin er teimum!
———
Hetta eru tey sum sleppa til Føroyar at brúka “grundlógartryggjaði rættindi”
Listin er langur yvir lógarbrot sum Sea Shepherd hevur framt har tey hava vitjað og her er nakað av tí sum vit hava funnið á netinum. Amerikanskir myndugleikar ákæra felagsskapin fyri beinleiðis at reka sjórænaravirksemi IWC kallar felagsskapin fyri ein terror felagsskap. Men hóast mongu lógarbrotini sleppur felagsskapurin ótarnaður at senda limir sínar til Føroyar. Og sum skilst veit politiið ikki um nakar av teimum sum vitað er sek í álvarsomum brotsverkum ella ikki. Politiið hevur nevniliga einki gjørt fyri at kanna tey
1977: Verður stovnarin, Paul Watson, tveittur út Green Pease eftir at hann hevði verið partur av einari sera harðrendari herferð móti inuittum sum veiddu kóp.
1977: stovnar Paul Watson Sea Shepherd.
1978: Watson greiður frá í amerikanskum sjónvarpi (CBC) hvussu lætt tað varð at niðurberja veiðuna av kópi í Grønlandi og Canada tí hvølparnir líktust børnum. “Vit vístu bara myndir av baby-kópum við tárum í eygunum.”
1979: Siglir eitt skip hjá Sea Shepherd inn í síðuna á hvalafangaranum “Sierra”, sum fekk stóran skaða. “Sierra” var um at søkka eftir samanstoytin.
1980: Hvalaveiðufelagsskapurin IWC setur trygdarfólk at ansa eftir umboðum fyri Bretsku stjórnina og Kanadisku stjórnina eftir at Watson hóttir við at drepa teir um tey atkvøddu ímóti at banna stórhvalaveiðu.
1980: Hvalafangarin “Sierra” verður søkt í havnini í Lisbon. Sea Shepherd tekur alla ábyrgd og kanningar vísa at minir vóru brúktar til at spreingja hol á skipið.
1981: Sea Shepherd tekur ábyrgd av at hava søkt tveir hvalafangarar Ibsa I og Ibsa II, í sponsku havnini Viga.
1983: Paul Watson og maskinmaður hjá “Sea Shepherd” verða dømdir av rættinum í Quebec, Canada, fyri lógarbrot “interfering in the annual seal hunt in the Gulf of St. Lawrence”. Poul Watson var handtikin eftir at hann hevði múra seg inni umborð á skipinum hjá felagsskapinum. Saman við honum vóru 17 limir í felagsskapinum handtikin.
Watson flýggjar undan politinum men verður handtikin og ákærdur og dømdur fyri at vísa stórt ósketni og fyri at føra skip sera vandafult til vanda fyri fólk og manning.
Watson verður dømdur 15 mánaðar fongsulsrevsing.
1983: Eftir at Kanadiska løgreglan hevði handtikið Watson gera limir í Sea Shephard umfatandi herverk í miðbýnum í Quebec har teir skera upp bildekk og spreiða máling á handilsvindeygu, bilar og hús.
1986: Sea Shepherd tekur ábyrgd av at hava søkt tveir íslendskar hvalafangarar við bryggju í Reykjavik. Tveir av gerningsmonnunum verða seinri handtiknir av FBI fyri at hava brúkt springiløðingar í eini atsókn at eini royndarstovu í USA.
1988: Paul Watson fer aftur til ÍSLAND og verður handtikin. Men eingi prógv eru sum kundu staðfesta at hann persónliga tók lut í atsøknini móti hvalafangarunum. Myndugleikarnir vístu honum av landinum og lýstu Paul Watson at verða “persona non grata”.
1991: Boðar manningin av einum Mexikanskum fiskifari frá at teir verða álopnir av Sea Shephard vápnaðir við riflum og endin er at fiskifarið verður ásilgt.
1991: Leggur formaðurin í Sea Shephard, Scott Trimmingham, frá sær og sigur við fjølmiðlar at “Vit hava havt reglur um ikki at skaða fólk og ikki brúka vápn, men felagsskapurin aktar ikki hesar reglurnar” Outside magazine (Sept. 1991). Paul Watson viðgongur at vápn eru umborð á “Sea Shepherd”.
Vit stríðast móti vandamiklum veiðumonnum og tí eru vit altíð fyrireikaði til um tað ringasta skuldi hent, sigur Paul Watson.
1992: Sea Shepherd roynir uttan hepni at sigla niður trí fiskiskip úr Costa Rica.
Í politirapport verður staðfest at Sea Shephard brúktu skotvápn í atsóknini og fleiri fiskimenn fingu skaða.
1992: Sea Shepherd ger fleiri royndir at sigla niður hvalafangaran “Nybræna” um liggur við akker í Lofoten í norður Norra.
Paul Watson sigur í viðmerking at hetta hevði einki við kriminalitet at gera men eitt atsókn sum gjørdi enda á einum drápsvápnið. Watson rýmir undan myndugleikunum og verður dømdur 120 daga fongsulsrevsing in absentia.
1992: Sea Shepherd báturin “Whales Forever” stoytur saman við norska vaktar og bjargingarskipið “Andenes” tann 4. Juli. Hann verður ákærdur og dømdur fyri vanda sigling og fyri at hava sent út neyðarkall av órøttum.
1993: Paul Watson gevur boð til manningina á Sea Shepherd skipinum “Edward Abbey” (fyrrverandi amerikansk herskip) at skjóta við kanónunum eftir japanskum fiskiskipum. Manningin noktar tó fyri at gera eftir boðunum men skjóta ístaðin framman fyri japanska skipið.
1993: Paul Watson viðgongur í opnum brævið til norska fólki at Sea Shepherd hevur søkt 8 skip og framt skaða á 6 onnur.
1993: Eitt nevningating í amerikanska statinum Michigan dømir limir í Sea Shephard fyri ólógligt brúk av spreingistoffi, herverk, hóttanir og uppíblanding og herverk á undirstøðukervið, stuldur og oyðileggjan av almennum ognum. Harafturat fellur nevningatingið dóm í fleiri av omanfyrinevndu málum.
1994: Sea Shepherd missur rætt til umboð í IWC. Aðalskrivarin í IWC kunnger at felagsskapurin og øll limalondini fordøma gerðirnar hjá Sea Shepherd sum reina terrorismu.
1994: Amerikanska tjóðar Havstovan heitir á myndugleikarnar um at kanna Sea Sheperd sum fremur virksemið sum beinleiðis er sjórán. “Vit kunnu ikki longur tola at ein felagsskapur sum Sea Shepherd brúkar harðskap móti fiskimonnum”.
1997: Paul Watson verður handtikin í Schiphol flogvøllinum í Amsterdam, í Hollandi, fyri at søkkja norska hvalafangaran “Nybræna”. Handtøkan var framd eftir at hann var eftirlýstur av Interpol og situr 80 dagar í fongsli.
2002: Watson sigur í talu fyri Animal Rights 2002 konferansuni í Washington DC at um ein fiskimaður doyr orsaka av eini atsókn hjá Sea Shepherd er tað at rokna sum “collateral damage”.
2003 Limir í Sea Shepherd verða settir í fongsul fyri at gera herverk á hvalafangarar í Japan.
2005 Skip frá Sea Shepherd roynir at trýsta japanska framleiðsluskipið Nisshin Maru uppá land.
2006 Eitt skip frá Sea Shephard ásiglir japanska farmaskipið Oriental Bluebird.
Seinri sama ár verður manningin á Sea Shephard handtikin í Suður Afrika men megnar at flýggja til Australia.
2007 Skip frá Sea Shepherd leypa enn einaferð á japansku hvalafangararnar og fleiri ferðir renna skip saman til stóran vanda fyri manningarnar.
—————-
2008
January-March
Sea Shepherd again tries to disrupt the Japanese whale hunt in the Antarctic. Two Sea Shepherd activists from the Steve Irwin illegally board a whaling ship. The Steve Irwin speeds away, abandoning them. Sea Shepherd then claims that the two activists are being “held hostage” by the Japanese.
After another Sea Shepherd attack on a whaling ship, Japanese Coast Guard agents onboard throw flashbangs at the Sea Shepherd activists. Watson claims that they were in fact throwing lethal “concussion grenades” and that he was shot in the chest by a hidden JCG sniper.
April
The Farley Mowat illegally encroaches on a seal hunt in progress in the Gulf of Saint Lawrence. The Farley Mowat is seized by the Canadian government, and her captain and first mate, Alex Cornelissen and Peter Hammarstedt, are arrested. Watson posts bail for them – $10,000, paid entirely in $2 coins. Cornelissen and Hammarstedt flee the country. They are convicted in absentia in September 2009 and fined $11,607 each.
2010
January
While attacking the Japanese whaling support ship Shonan Maru બ-2, the Sea Shepherd speedboat Ady Gil collides with her and is severely damaged. The Sea Shepherd ship Bob Barker tries to tow the Ady Gil back to port, but after some difficulty, Watson gives the order to scuttle her. He tells the media that the Japanese intentionally rammed and sank her.
February
Sea Shepherd activist Pete Bethune sneaks aboard the Shonan Maru બ-2 under the pretense of conducting a citizen’s arrest on her captain and presenting an invoice for the sinking of the Ady Gil. He is detained by the bridge crew, brought back to Japan and placed under arrest.
2010
July
Pete Bethune is convicted for his participation in attacks against the Japanese whalers, for damaging and illegally boarding the Shonan Maru બ-2, and for carrying a prohibited weapon aboard the Shonan Maru બ-2. He receives a two year prison sentence – suspended for five years – and is deported.
Mid 2010 – Present
A Sea Shepherd activist team calling themselves the “Cove Guardians” travels to Taiji to document the dolphin hunt and harass the villagers. Cove Guardians make obscene gestures and shove cameras in the villagers’ faces. They shout racial epithets and call the fishermen murderers and child molesters. They desecrate the local Shinto shrine and post pictures to Facebook of the act.
2011
March
The Tōhoku earthquake and tsunami leaves the Cove Guardians stranded in the town of ďEtsuchi. They depend on the charity of locals to get them safely to the nearest airport to flee the country.
Summer
Despite the kindness shown to him by the people of Japan, Scott West returns to scout for the next Cove Guardians campaign, and is just as insulting as e




