Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Føroyskt ginn

Tíðindaskriv

Føroyskt ginn er nú komið á hillarnar í Rúsdrekkasølu Landsins. Tað er Dism, ið framleiðir ginnið, ið hevur fingið navnið Baraldur.

Føroyskt ginn er nú komið á hillarnar í Rúsdrekkasølu Landsins. Tað er Dism, ið framleiðir ginnið, ið hevur fingið navnið Baraldur.

Talan er um ósøtt, sokallað turt ginn. Eyðkendi smakkurin stavar frá einiberum, ið veksa á baraldi. Baraldur er lágvaksin runnur, ið hoyrir til upprunavøksturin í Føroyum – harav navnið. Vátari veðurlag og kríatúr hava givið baraldi ring gróðrarlíkindi, og er hann í dag á reyðlista hjá Náttúrugripasavninum yvir hótt plantusløg. Tískil er føroyska ginnið framleitt úr útlendskum einiberum.
Baraldur hevur sterkan einiberjaanga og máttmikla fyllu, við neyvum og longum eftirsmakki. Eins og hini sløgini frá Dism, verður ginnið framleitt úr vatni úr Fransakelduni á Argjum. “Føroyska vatnið hevur stóran leiklut í smakkinum. Ginnið stendur seg væl einsamalt, men í menningini hava vit lagt doyðin á, at tað eisini skal standa seg væl blandað.” sigur Erling Eidesgaard.
Reina og einfalda etikettin er hvít við svørtum og reyðum prenti og silvuri. Proppurin á fløskuni er reyður.
Baraldur fæst í Rúsunum kring landið í tveimum støddum – einari 70cl fløsku og einum 50cl lummaglasi úr plasti.
Umframt Barald framleiðir Dism eisini Eldvatn, Lívsins Vatn og Havið.