Sunnudagin varð jólatræið á Skála tendrað, og tað heilt serliga við hesum jólatrænum er, at tað er vaksið á Skála.
Sunnudagin varð jólatræið á Skála tendrað, og tað heilt serliga við hesum jólatrænum er, at tað er vaksið á Skála.
Træið hevur staðið í einum garði beint niðanfyri, har tað stendur nú. Eigararnir ynsktu at taka tað burtur og vendu sær tí til kommununa og spurdu, um kommunan hevði áhuga í at fáa tað. Tað vildi kommunan, so nú stendur stóra og prýðiliga træið har, sum tey innfluttu trøini annars plaga at standa í desember mánaði.
Runavíkar kommuna plagar at fáa eitt træ frá einum vinabýi, og tað verður vanliga sett inni við Glyvra kirkju. Hini trøini verða keyp.
Tað er ikki eydnast okkum at fáa at vita, hvussu gamalt træið á Skála er.




