Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Føroyskt KÍ lið móti Skála

Jákup Ósá

Leygardagin verður ársins fyrsti venjingardystur.

KÍ fær vitjan av Skála í fyrsta dystinum í VFF Cup, sum er kappingin hjá Venjarafelagnum. Sermerkt við hesum dystinum er, at KÍ spælir við føroyskum liði, hóast sjey útlendingar vera í hópinum í ár. Útlendsku leikararnir eru ikki komnir til landið enn. Á KÍ liðnum verður tað tí bara Patrik Johannesen, sum verður við av teimum ”nýggju” leikarunum uttanífrá. Á Skála liðnum verður ein gamal kenningur í KÍ at síggja. Danski Ronni Møller-Iversen er komin til landið og spælir helst sína fyrsta dyst fyri Skála í Klaksvík.

 

Dysturin í Klaksvík byrjar kl. 13.00 og dómari verður Petur Reinert.

Harleywoodpaint