Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Føroyskt umhvørvið í mini-format í Uppsølum

John William Joensen

Nógvir eru urtagarðarnir, sum prýða um býin, men við húsini hjá Hensu í Uppsølum har brøðurnir Jóhannes og Óli búgva er heilt serligt umhvørvi, sum Óli Normann Jacobsen hevur evnað til

Tey, sum kenna til føroyska fótbóltssøgu vita øll hvør Jóhannes í Uppsølum er – men kanska minni kendur er beiggin Óli Normann Jacobsen, sum stóran part av lívinum hevur verið útróðrarmaður.

Mikudagin hittu vit Óla uttanfyri húsini og ikki er ov nógv sagt at Óli við sínum góðu evnum hevur evna eitt paradis oman fyri húsini – eitt friðarstað, sum mong steðga á fyri at síggja.

Friðarligur rockari
Tey sum hava havt nakað við Óla at gera vita at hann er ein friðarmaður – men tað er ikki lagt frá at hann var ein av fyrstu føroysku rockarunum.

– Vit høvdu eitt húsaorkestur, sum vit kallaðu fyri Søljan og umframt meg sjálvan vóru Regin, Petur Hans og Sigbrand í bólkinum. Beiggi mín, Jóhannes, var forsangari.

– Hetta var fyrst í 60 unum og vit sungu fyri tað mesta Elvis Presley sangir. Vit spældu fyri tað mesta í roykstovuni hjá okkum, greiður Óli frá tá vit hittu hann í góðveðrinum mikudagin.

Søguligt umhvørvið
Húsini, sum teir báðir brøðurnir Jóhannes og Óli búgva í verða vanliga rópt; húsini hjá Hensu, sum var mamma teirra.

Óli greiðir frá at húsini sum eru í dag eru bygd í 1907 og tey vóru bygd á grundina av húsum sum vóru rópt: Antnessarhúsið.

– Tey húsini vóru elligomul, tí Antness silgdi við Nólsoyarpáll, og sambært Robert Joensen var hann heima og bygdi húsini tá Nólsoyarpáll gekk burtur.

Keldan í Uppsølum
Beint oman fyri húsini spreikir ein kelda upp úr jørðini og hendan keldan var grundarlagið undir Uppsala Vatnfelag, sum fyri árum síðan fór í søguna.

– Keldan bleiv brúkt til at vaska klæðir í og eg minnist eisini væl at abbi plagdi at vaska sær í kelduni.

– Eg havi leitt vatn úr kelduni oman til húsini og síðani havi eg skapt eitt umhvørvið kring hylin, sum er evnaður inn í lendi, greiður Óli frá.

– Einaferð fyrst í 80unum gjørdi eg eitt stórt modell av húsunum hjá okkum og tað setti eg omanfyri.

– Síðandi flutti eg tey niðan um hylin og bygdi eitt neyst, og so fram eftir.

Eitt ævintýra land
– Eg silgdi eini 30 ár tilsamans við Háenni og bygdi eitt modell av bátinum miðskeiðis í 90 unum.

– Áhugin fyri at gera modellbátar byrjaði við at eg keypti mær sokallaði byggisett, men síðani havi eg sjálvur eftirgjørt bátar og skip.

Háenni passar sera væl inn í umhvørvið, sum Óli hevur skapt og eisini ber til at sigla við bátinum sum er radiostýrdur.

Ljós eru í húsinum og kring lítlu tjørnina eru smáar lampur sum lýsa. Í neystinum er árabátur og í tjørnini halda síl til.

Harafturat hevur hetta lítla ævintýralandi smáar áir og fleiri – væl úr hondum greiddir smálutir.

Børnini forvitnast
Børn vitjað javnan lítla hugnaliga umhvørvið, sum Óli hevur skapt og lítið má vera at ivast í at hetta far hugin at reika.

– Ofta brotnar okkurt, sum børnini rokast við, og tí er altíð neyðugt at gera smávegis ábøtur – men annars fær tað góðan frið, sigur Óli.

Fylgja við í fótbólti
Teirbáðir brøðurnir Jóhannes og Óli fylgja væl vit tí sum hendir í fótbólti.

– Vit hyggja altíð eftir enskum, sponskum og donskum fótbólti. Báðir eru vit Tottenham fjepparar og Jóhannes bróður var í Havn, tá føroyskir Tottenham fjepparar savnaðust herfyri.

Best er í Uppsølum
Óli sigur, at hóast hann mangan hevur ferðast uttanlanda so leingist hann altíð illa heim.

– Her er sera gott og friðarligt at búgva og tí trívist eg sera væl, sigur Óli.

– Sjónin er farin at bila – so er fái ikki smíða modell skip longur, men mær dámar væl at sigla við bátum og eg havi eisini verið uppi á Hálsi og silgt við Háenni í nýggju tjørnuni har uppi.